Viggo Jensen: Føroyar skulu byrja væl

Royndi danski venjarin hevur sæð allar dystirnar hjá Malta

Ein partur av landsliðsvenjaratoyminum, sum vit ikki hoyra so nógv til, er royndi danski venjarin, Viggo Jensen. Hann hevur til uppgávu, at greina mótstøðuliðini hjá Føroyum undan hvørjum dysti. Hann var á Malta, tá Kosovo leygardagin vann 5-0. Vit hava sett Viggo Jensen nakrar spurningar. Tú kanst eisini hoyra samrøðuna, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

In.fo: Hvat er lykilin til at vinna á Malta?

Viggo Jensen: Malta hevur millum annað spælt javnleik móti Aserbadjan. Eg havi sæð dystirnar hjá teimum og lykilin er at fáa eina góða byrjan. Tí kemur Malta á odda, so kunnu teir spæla á rímiliga høgum stigi tað mesta av einum dysti.

 

Hvat sást tú í dystinum Malta – Kosovo 0-5?

Viggo: Eg má siga, at eg haldi at úrslitið snýtur eitt sindur, men eg má samstundis siga, at Kosovo er veruliga eitt sterkt lið. Malta er væl við í dystinum, men eftir eitt korter av dystinum ger heimaliðið eitt stórt mistak. Teirra høgri vongbakkur avleverar tvørtur um í egnu brotsteigi og so stendur 1-0 til Kosovo. Tað kom maltesiska liðið ongantíð yvir í fyrra hálvleiki.

 

Malta byrjar seinna hálvleik væl. Tá ein tími er spældur hevur Malta yvirtakið og er nær við at javna. Tað eydnast ikki ordiliga, men tað er sum um at heimaliðið roynir ov nógva at fáa útjavnandi málið. Venjarin hevði eisini boða frá, at Malta skuldi fram at leggja trýst á, men teir enda ov langt frammi og verða revsaðir. Malta missur mótið eftir 2-0 málið til Kosovo, sum síðani vinnur 5-0.

 

Lars Olsen hevur boðað frá, at hann ætlar at spæla 4-2-3-1. Hvussu passar tað til Malta?

Tað kann vera ein fyrimunur hjá okkum at spæla við fýra í verjuni, tí Malta spæla við trimum áleyparum. Teir hava tveir á miðjuni, sum til tíðir kunnu blíva álopssinnaðir. Har er pláss hjá okkara spælarum, men um vit ikki klára at trýsta teir á bóltinum, so dugar teir væl at flyta bóltin runt.

 

Tú skalt minnast til, at fleiri av teirra sentralu spælarum eru royndir menn, sum hava spælt nógvar landsdystir. Teir hava eisini onkrar spælara í kýpriotiskum fótbólti. Fyrimunurin hjá okkum liggur í, at teir mangla ein ordiligan góðan áleypara. Malta heldur væl upp á bóltin, men koma nokk at spæla við André Schembri í álopinum. Hann er meira ein framrættaður miðvallari.

 

Hvat er støðan á maltesiska landsliðnum við spælarum?

Teir fáa tveir spælarar aftur frá leikbanni til verjuna, sum ger teir sterkari. Hartil er Luke Gambin tøkur aftur. Hann spælir í ensku fjórðu deild.

 

Hvussu eru okkara møguleikar í morgin?

Við eitt sindur av hepni og eini góðari byrjan, so haldi at vit hava ein góðan møguleika fyri at fáa eitt gott úrslit. Vit skulu í minsta lagi hava ein javnleik, sigur Viggo Jensen at enda.

 

Nations League landsdysturin millum Malta og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.