Víkingar aftur sum av torvheiðum

1.DEILD: Veðrið var ov vánaligt at spæla fótbólt inni í Dal á Sandi

Mynd: B71/Olena Goffe

Ein dystur í næstbestu deildini var ásettur at vera í kvøld. Tað var inni í Dal á Sandi, at B71 og Víkingur skuldu spæla klokkan 19.30. Teir í Eysturkommunu vóru komnir suður um Skopunarfjørð seinnapartin. Men tað gjørdist einki á vøllinum. Tað var so nógvur vindur, at tað ikki var hugsningur um at spæla fótbólt, og tí varð dysturin útsettur.

 

Víkingarnir rokna við at sleppa um fjørðin aftur í kvøld. Enn er ikki avgjørt, nær dysturin verður spældur. Hinir dystirnir í 13. umfari í næstbestu deildini eru settir at vera í morgin – leygardagin 18. juni:

 

KÍ – TB: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00

 

ÍF – HB: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00

 

NSÍ – 07 Vestur: Rúni Olsen kl. 12.30

 

Undrið FF – B36: Kristian Gunnar Joensen kl. 15.00

 

B71 – Víkingur: Rúni Gaardbo útsettur

 

-

 

TB11902281227
ÍF11821261126
Víkingur12723342123
B7111632201021
12615352119
Undrið FF12525181817
HB12516242416
B3612318173210
NSÍ1221912477
07 Vestur11011010281

Mynd: B71/Olena Goffe