Víkingar gjørdu um seg í Hoyvík

1. DEILD: Víkingur vann í kvøld tryggan sigur á útivølli ímóti FC Hoyvík

Jákup Johansen skoraði fyrsta málið, tá ið Víkingur í 1. deild í kvøld vann 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík

Víkingur er á triðja plássi, og FC Hoyvík er á áttanda plássi. Í kvøld hevði FC Hoyvík vitjan av Víkingi, og tað vóru gestirnir, sum fóru norður aftur við trivaligum 3-0 sigri.

 

Síðstu ferðirnar hevur tað verið eitt sindur upp og niður hjá Víkingi, men í kvøld var einki at rafla um.

 

Eftir tap í Gundadali ímóti HB og tap á heimavølli ímóti NSÍ vann Víkingur í kvøld 3-0. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Eitt korter var farið, tá ið Víkingur setti hol á. Málskjútti var Jákup Johansen. At hann var við frá byrjan í 1. deild í kvøld ber boð um, at hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu, tá ið besta liðið hjá Víkingi í annaðkvøld fer at spæla ímóti HB í Gundadali. Tað sær út til, at Poul Kallsberg nú er frammanfyri Jákup í kappingini um framrættaða plássið í høgru.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað 2-0. Málskjútti var Árni Nóa Atlason, og tað var eisini hann, sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 3-0 sigurin. Árni hevur nú skorað seks mál í næstbestu deildini í ár.

 

FC Hoyvík hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið ímóti KÍ og B68. FC Hoyvík er á áttanda plássi við 25 stigum. Tað eru átta stig aftur til niðurflytingarstrikuna, og tá ið tey bæði undir strikuni hava fimm dystir eftir at spæla, meðan FC Hoyvík hevur seks dystir eftir at spæla, so er vandin fyri at FC Hoyvík fer at flyt aniður so at siga eingin.

 

Næstu ferð eigur FC Hoyvík EB/Streym á útivølli.

 

Víkingur hevur 37 stig. Tað eru fimm stig aftur til KÍ og 14 stig fram til NSÍ.

 

Leygardagin fær Víkingur vitjan av B71.

 

Jákup Johansen skoraði fyrsta málið, tá ið Víkingur í 1. deild í kvøld vann 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík