Víkingarnir eru næstfyrstir

07 Vestur spilti seg burtur í fyrra hálvleiki, tá ið heimamenninir takkaðu fyri tvær stórar gávur

Tað gekk, sum tað við støðutalvuni í huga kundi roknast við, at tað fór at gera, tá ið Víkingur í dýrdarveðri seinnapartin í Sarpugerði hevði vitjan av 07 Vestur. Víkingur vann 4-1, og Víkingur er aftur á øðrum plássi. Víkingur hevur 28 stig og er eitt stig frammanfyri HB.

 

Gestirnir høvdu tveir nýggjar spælarar á liðnum. Í miðverjuni var Kevin Michel Jablinski, og á sentrala miðvøllinum var Marius Hagen saman við Høgna Egilstoft Nielsen, sum nú av álvara hevur vunnið seg aftur á liðið, eftir at hann var skaddur alt árið í fjør.

 

07 Vestur hevði í løtum gott tak á fótbóltsspælinum, men áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin, var Víkingur frammanfyri 2-0, og tveir minuttir undan steðginum var 3-0.

 

Málini høvdu ikki so lítið við mistøk hjá 07 Vestur at gera. Olaf Bárðarson skoraði tvey tvey fyrstu. Í fyrra førinum var tað eftir rættiligan Jesper Olsen, sum teir plagdu at rópa tað, og í seinna førinum var tað, eftir at Sølvi Vatnhamar steðgaði uppspæli og spældi Olaf Bárðarson leysan innanfyri verjuna, og Olaf Bárðarson takkaði fyri við eitt sindur úr vinstru at seta bóltin í handara síðunetið.

 

Tveir minuttir undan steðginum bríkslaði Alex Troleis fyri brotssparki til Víking. Bárður J. Hansen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var bakkur í høgru, legði innfyri, og Sølvi Egilsson, sum var vongverji í høgru hjá 07 Vestur, rendi Olaf Bárðarson um koll. Brotsspark til Víking, og Sølvi Vatnhamar takkaði fyri við at senda bóltin dygst úti við stólpan. Hetta var sætta málið hjá Sølva í ár.

 

Eftir steðgin royndi 07 Vestur at svara aftur. Gestirnir høvdu fleiri góðar atsóknir og onkra góða støðu, og tá eydnaðist tað eftir horna úr vinstru og Martin Heilberg Pettersen roynd úr vinstru at skora. Málið varð skrásett at vera sjálvmál, tí tað var Gunnar Vatnhamar, sum var so óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.

 

So kendist spenningur at vera eina løtu, men spenningurin hvarv, tá ið væl upplagdi Sølvi Vatnhamar frá baklinjuni í høgru spældi Jákup Johansen leysan. Hann takkaði fyri og sendi bóltin flatt í handara síðunetið. Tá restaði eitt korter, og eingin spenningur var eftir.

 

-Vit vóru uppsettir og skoraðu trý mál í fyrra hálvleiki. Fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu teir onkrar hálvar møguleikar, men tað var ongantíð panikkur í hjá okkum. Vit eru næstfremstir, brúka okkara egnu spælarar, og allir eru greiðir yvir konseptið. Kappingin er bara hálvrunnin, og nú hava vit fokus á at vinna síðsta dystin undan summarsteðginum, sum verður ímóti ÍF, sigur Bárður á Reynatrøð málverji hjá Víkingi.

 

-Vit royna at varðveita bóltin, og tað kostaði tvey mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Men um vit skulu mennast, so er tað neyðugt, at vit tora at samanspæla, og í løtum riggaði tað væl, eisini á teirra hálvu, og tað er týdningarmikið. Tveir nýggir norskir spælarar vóru á liðnum í dag. Teir eru báðir leiðarar, og tað er kærkomið hjá okkum, sigur 07 Vestur miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen.

 

 

 

Víkingur – 07 Vestur 4-1 (3-1)

 

1-0: Olaf Bárðarson 12.

 

2-0: Olaf Bárðarson 20.

 

3-0: Sølvi Vatnhamar br 43.

 

3-1: sjálvmál 45.

 

4-1: Jákup Johansen 74.

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Géza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 74.) – Arnbjørn Svensson (Noah Mneney, 74.), Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 74.)

 

Gult kort: Atli Gregersen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heilberg Pettersen, Høgni Egilstoft Nielsen (Marjus Egilstoft Nielsen, 74.), Marius Hagen, Albert Theis Nielsen (Ingi Joensen, 83.), Jóannis á Steig – Zoran Vujovic (Ragnar Weihe, 34.)

 

Gult kort: Dánial Pauli Lervig, Jóannis á Steig

 

Venjari: Magnus Powell