Víkingur er aftur størsti favoritturin hetta umfarið

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-EB/Streymur

Savnsmynd

Seinnapartin klokkan 17 í morgin byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Víking og EB/Streym við Løkin í Runavík.

 

Víkingur er fremst í deildini við 39 stigum. EB/Streymur er triðaftast í deildini við bert sjey stigum.

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum hevur Víkingur 14 sigrar, meðan EB/Streymur bert hevur ein sigur.

 

Tá liðini hittust við Margáir í Streymnesi 4. mai vann Víkingur 3-1.

 

Aftur hetta umfarið er Víkingur størsti favoritturin hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Víking eru 1,08.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,87.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 19,13.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd