Víkingur hevur skrivað sáttmála við Ragnar

Tvey tey næstu árini fer Ragnar Skála at spæla við Víkingi

Leygardagin fingu meistararnir í Víkingi FM steyp og gullkrónur um hálsin í Sarpugerði.

 

Týskvøldið vóru teir aftur til venjingar, og Jóhan Petur Poulsen venjari hevur sagt, at talan verður ikki um serliga langan vetrarsteðg.

 

Í dag boðar Víkingur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara. Talan er um Ragnar Skála, sum í ár spældi við Skála. Annars hevur hann bara umboðað barndómsfelagið á Argjum.

 

Víkingur sigur, at sáttmálin millum Ragnar Skála og felagið fevnir um tvey tey næstu árini.

 

Sambært FaroeSoccer hevur Ragnar Skála spælt 81 dystir í bestu deildini og skorað seks mál.

 

Ragnar hevur seks ferðir verið á U-21 landsliðnum.