Víkingur Reykjavík er framvegis greitt oddalið

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

Fríggjakvøldið tóku Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Reykjavík móti gamla liðnum hjá Símuni Samuelsen, Keflavík á Víkingavøllinum í Reykjavík.

 

Gunnar spældi allan dystin í tíð, sum gjørdist stórsigur 5-1 til Víking. Longu aftaná 16 minuttirs spæl var støðan 2-0. Keflavík fekk spenning í uppgerðina aftur við byrjanina av seinna hálvleiki, men seinni svaraði Víkingur aftur við trimum málum.

 

Víkingur Reykjavík-Keflavík 5-1 (2-0)

1-0 Karl Friðleifur Gunnarsson ('5 )

2-0 Stígur Diljan Þórðarson ('16 )

2-1 Þorlákur Breki Þ. Baxter ('46 )

3-1 Óskar Borgþórsson ('67 )

4-1 Tarik Ibrahimagic ('82 )

5-1 Ármann Ingi Finnbogason ('90+ )

 

Víkingur Reykjavík er greitt oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 43 stigum. KR er nummar tvey við 35 stigum. 

 

Ólavsøkudag klokkan 18.30 spælir Víkingur Reykjavík seinna dystin í øðrum undanumfarinum móti ísraelsku meistarunum, Hapoel Beer Sheva. Víkingur vann fyrra dystin 2-1. 

 

Dysturin verður leiktur á Haladás Sportkomplexum leikvøllinum í Szombathely í Ungarn.