Víkingur vann fyrsta steypið

U-13 dreingir: Teir í Eysturkommunu vístu seg at hava gott fótbóltsskil og góðan bóltførleika

U-13 dreingir steypavinnari 2022 Víkingur

Hetta vikuskiftið eru fleiri finalur í steypakappingum í fótbólti. Tann fyrsta var millum U-13 dreingir. Tað vóru Víkingur og B36, sum høvdu vunnið seg í finaluna.

 

Spælt varð á hálvum vølli, og Víkingur vann 2-1. Fyrsta málið skoraði Dávid Jørginsson fyri Víking við brotssparki, og átta minuttir seinni var tað Markus Sigurdsson Højgaard, sum økti um leiðsluna til 2-0. Tríggjar minuttir eftir 2-0 málið var tað Dennis Anghel, sum minkaði um munin fyri B36, og harvið var tað síðstu lítlu løtuna heilt spennandi.

 

B36 dreingirnir vóru í miðal størri enn mótstøðumenninir, meðan teir ljósabláu úr Eysturkommunu vístu seg at hava sera gott hegni við bóltinum og gott fótbóltsskil.

 

 

 

Víkingur – B36 2-1 (0-0)

 

1-0: Dávid Jørginsson br 25.

 

2-0: Markus Sigurdsson Højgaard 33.

 

2-1: Dennis Anghel 36.

 

Dómari: Dávid Waag Sjóstein

 

Víkingur: Nóa Klein Joensen – Dávid Herason Pállsson, Markus Sigurdsson Højgaard, Emil Ludvig Jacobsen, Rósing Sverrason Toyt, Djóni Min Øre, Dávid Jørginsson, Fróði Juul Jarnskor, Búgvi Lervig, Pætur Sigurdsson Højgaard, Silas Hansen

 

B36: Aleks Joensen – Bárður Terjason Müller, Brestir Hultgren Magnussen, Samuel Ierulli, Jónas Danielsen, Hávarður Mikkjalsson Thomassen, Axel Holm Simonsen, Dennis Anghel, Eiri Bringsberg, Árni Lassen

 

 

 

U-13 dreingir steypavinnari 2022 Víkingur