Vikmar hevur góðar royndir

Fyritøkan Vikmar var við á Fish Fair seinast og royndist luttøkan fyritøkuni væl. Vikmar er í fremstu røð innan tøkni og nettænastur til skip og bátar

Vikmar heldur til á Vestrau Bryggju í Havn. Fyritøkan umboðar ymisk feløg innan tøkniliga útgerð, so sum Marport við trolsensorum, JRC, ið er ein av heimsins leiðiandi innan radarar, ekkólodd, fylgisveinasjónvarp og annað, Sodena við t.d. telduplottarum og Wesmar við trolsonarum og øðrum og Seatel við parabolum og øðrum.
Egin vøra
Harumframt hevur fyritøkan framleitt egna tænastu, nevnd Viknet. Har bjóðar fyritøkan skipum og bátum tíðindatænastu við meira.
Yvir fylgisvein bjóðar Vikmar skipum við fylgisveinasjónvarpi at fáa tilsent tíðindi og annað. Partur av pakkanum er m.a. Dagur og Vika, 3-2, Mentanartíðindi og aðrar viðkomandi sendingar, umframt at Sosialurin, Norðlýsi og onnur tíðindabløð eisni eru við.
Eisini eru ymsar heima-síður við í pakkanum, t.d. síður við fiskaprísum, ítróttartíðindum og veðurtíðindum.
Viknet er vælumtókt umborð á skipum og tað frættist, at tá menn koma av ella fara á vakt, so er Viknet tað fyrsta, ið teir kanna og hyggja at.
Góð sølustevna
Vikmar var við á Fish Fair seinast og eru tey á fyritøkuni stak væl nøgd við úrslitini. Ofta er so, at úrslit síggjast ikki beinanvegin, men tá messan endaði seinast, vóru tey stórliga bilsin av góðu úrslitunum.
Hvussi fer at gangast í ár, er ikki heilt víst, tí øðrvísi útlit eru í ávísum bólkum innan fiskivinnuna.
Men fyritøkan ætlar at vísa fram hvat hon hevur at bjóða. Hóast broytt útlit, so vónar fyritøkan at havandi langtíðarútlitini í huga, so fæst eisini væl burtúr hesaferð.