Vil hava at vita prísin fyri skipan við Smyrli

Tingmaður vil vita, um skil er í tí »kontrollsystemi«, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini

– Ella um er talan, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl.

Soleiðis sigur Jenis av Rana, sum hevur sent landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christansen, ein grein 52a fyrispurning um bíleggingar- og eftirlitsskipan á suðuroyarleiðini.

Tingmaðurin spyr soleiðis:

1.    Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni higartil?

2.    Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um mánaðin?

3.    Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini?

4.    Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður? 

5.    Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)?

Í viðmerking til spurningina sigur Jenis av Rana, at júst í hesum døgum, har orð sum sparingar, nýskipanir, haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum.

– Er t.d. skil í tí »kontrollsystemi«, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl, sigur Jenis av Rana.