Vil hava at vita um út­lend­ing­ar skulu prógva før­oyskt-kunnleika

Tingmaður vil hava at vita, hvussu føroyskt sum annaðmál verður styrkt, og um krøv um føroyskan málførleika skulu setast í sambandi við varandi uppihaldsloyvi

Løgtingsmaðurin Hermann Ronnason Samuelsen hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein skrivligan fyrispurning um føroyskt sum annaðmál og integratión.

 

Í fyrispurninginum spyr hann, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at undirvísingin í føroyskum verður styrkt, um fleiri útlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi komandi árini.

 

Hann spyr eisini, um tað í dag verða sett krøv til føroyskan málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta krav um, at umsøkjarar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál.

 

Harumframt vil løgtingsmaðurin hava upplýst, hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava rætt til undirvísing í føroyskum, hvussu nógv taka av tilboðnum, og hvussu nógv fullføra ymisku málstigini A1, A2, B1 og B2.

 

Eisini spyr hann, hvussu nógvir undirvísingartímar eru játtaðir um árið, hvussu stórur veruligi tørvurin er, og um nóg nógv fakliga útbúgvin lærarafólk eru tøk at nøkta vaksandi tørvin.

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at landsstýrið hevur boðað frá ætlanum um at herða reglurnar á útlendingaøkinum. Samstundis heldur hann, at góðir møguleikar at læra føroyskt eru ein grundleggjandi fortreyt fyri, at útlendingar kunnu gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum.

 

Hann vísir eisini á, at tað eru ábendingar um avbjóðingar við verandi skipan, bæði tá tað ræður um atgongd til undirvísing, talið av undirvísingartímum og umstøðurnar hjá teimum, sum undirvísa.