Vil hava eina loysn sum øll kunnu liva við – og av

Tað allarhelst týdningarmesta mál sum verður viðgjørt hetta valskeiðið stendur nú til aðru viðgerð. Jacob Vestergaard, hevur latið inn sjófeingislógina, og hava vit í vinnunevndini viðgjørt málið.

Vit hava havt nógvir hoyringspartar inni, og eru áhugamálini sjálvandi sera ymisk, tó eisini samanfallandi. Aftaná drúgva viðgerð stóð vinnunevndin við nógvum ivamálum og spurningum, sum enn ikki eru svaraðir.

Vinnunevndin sendi so nakrir spurningar til landsstýrismannin um m.a. ognarviðurskiftini hjá útlendingum í Føroysku fiskivinnuni, umframt spurningar ymiskar greinar. Svarini vóru eftir mínari meting alt annað enn nøktandi. Antin hevði mann ikki førleika at geva eitt neyvt svar, ella metti mann at tað var ov stutt skoðbrá til at svara. Og tað er kanska ikki so løgið, tá ið samgongan vil hava hetta avgreitt nú áðrenn jól fyri ein og hvønn prís, og so kann tað vera líkamikið um okkurt ikki er nóg væl lýst ella viðgjørt. Målet helliger midlet.

Tað er í mínari verð púra ábyrgdarleyst at samtykkja uppskotið, sum tað fyriliggur. Og hóast mongu broytingaruppskotini, standa prinsippiellu spurningarnir enn til orðaskiftis.

Uppboðssølan verður tikin úr lóggávuni, og verður tað tískil aftur politisk útluting, ið kemur at mynda okkara høvuðsvinnu. Landsstýrismaðurin hevur nær um fríar teymar til at lata tilfeingi okkara til útvaldar persónar og fyritøkur. Løgtingið fer at standa maktarleyst, tá ið stór reiðaríir fáa meginpartin av tilfeinginum fyri onki, ið 12 ár. Hetta eru minst 3 valskeið.

Uppboðssølan er einasta instrumentið vit hava fyri at seta ein marknaðarprís á tilfeingisrentuni, ið skal koma øllum Føroyingum til góðar. Uppboðssølan gevur landið sín rættvísa part av tilfeingisrentuni, men sum nú er, verður meginparturin doneraður til vinnuna at vinna. Tað var eitt tógvi stríð um hvørs uppboðssølan skuldi vera ein partur av fiskivinnuna í Føroyum, og undanfarna samgonga innførdi eina uppboðssølu á 15%. Hon var alt annað enn perfekt, men tað eru fleiri loysnir til at fáa eina uppboðssølu at rigga. Harafturat hevur hon bara virka í 1 ár. Altso, hevur hon ikki fingið loyvið til at víst sítt virði.

Men tað er ikki at siga til, at hon verður avtikin, tí mann hevur bestemma seg fyri at hon skal úr fyri ein og hvønn prís. Sjálvt tá ið tað er “einans” 15%.

Mann ætlar so at taka pengar inn ígjøgnum eitt púrasta arbitrert tilfeingisgjald. Vinnan skal ikki rinda fyri rættindini, men heldur skattast av tillutaðum virðum ígjøgnum eitt tilfeingisgjald.

Menningarkvoturnar verða avtiknar, og umlagdar til eina pulju hjá landsstýrismanninum at tilluta. Politisk útluting, sum nær um øll hava sagt seg ímóti. Hvussu skal tað bera til at ein landsstýrismaður einsamallur kann ráða yvir milliardavirðum at tilluta?

Rættindini fara nú at leingjast úr 8 árum upp í 12 ár. Sostatt verður tað ein kampur av einari aðrari verð at fáa fatur á hesi rættindindini, tí tey eru so at siga varandi. Hvat annað vinnulív hevur slíka trygd frá tí almenna til at reka sítt virksemi? Hvussu skulu onnur koma fram at? Fyri ikki at snakka um yvirkapitaliseringina, sum kemur at uppstanda í vinnulívinum, og at fría umsetiligheitin loyvir keyp og sølu millum aktørarnar, uttan at mann hevur loyst skattingina av umsetiligheitini. Tað kann obinbart bíða inntil mars mánað, hóast tað var nærmast eitt krav frá ávísum samgongulimum at fáa loyst, áðrenn nakað var samtykt hesumegin nýggjár. Tað hevur eftir øllum at døma ikki so stóran týdning longur. Målet helliger midlet.

Tað hevur verið nógv frammi um útlendingar í veiðiliðinum í seinastuni. Vit hava hoyrt minni rósandi korruptiónssøgur um íslendskar reiðarar, sum hava virka í Namibia. Og uttan at ákæra nakran fyri nakað, so kunnu vit bara staðfesta, at hetta eru feløg, sum eisini eru virkandi í Føroyum, uttan at almennu myndugleikarnir hava neyðugu orkuna og fíggingina til at hava nøktandi eftirlit. Tvørtur ímóti, sær tað eitt nú út til at Vørn fær lægri fígging.

Vit vita at tað er ringt at borga fyri at fyritøkur nýta lógargreinar og fíggjarinstrumentir til at taka ræði á okkara tilfeingi. Lánstreytir, transferpricing, virkisbygnaður og roknskaparpynting ger at feløg sleppa sær undan at rinda skatt ella rinda marknaðarprís fyri rávøruna o.s.fr.

Tað eru nógv ting í uppskotinum, sum vit í Framsókn ikki taka undir við. Men óheft av hvat vit halda, so er tað at samtykkja hetta uppskotið púra ábyrgdarleyst. Allir tættir eru ikki lýstir, vit vita onki um kunngerðirnar, enn eru nógv ivamál og spurningar, og eg skilji heilt einfalt ikki, at mann hevur samvitskuna til at samtykkja hetta uppskotið.

Mann átti at sligið kalt vatn í blóðið, sett seg saman, og funni eina breiða semju. Undanfarna andstøða tosaði ikki um annað enn breiðar semjur, og undanfarna samgonga var eisini tætt við at fáa eina breiðari semju við sambandsflokkinum. Har væntaði eftir øllum at døma ikki so nógv í, men ber tíverri ikki á mál. Áhugavert at vita, um sambandsflokkurin heldur hetta uppskotið vera frægari enn hvat samráðingarnar elvdu til á sinni við Javnaðarflokkinum, Tjóveldisflokkinum og Framsókn.

Tað sum vit møguliga koma at standa eftir við hesuferð, er at mann aftur við einum teprum meiriluta fær kroyst eina lóg ígjøgnum, sum ikki umboðar breiða fólkaræðisliga og politiska viljan. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava ferð aftaná ferð tosa um “tryggar karmar”. Men eitt kann eg vissa tykkum um, tað vera ongar tryggar karmar við 17 atkvøðum. Tí vil eg heita á samgonguna at taka eitt fet aftur, síggja ta størru myndina, og brúka ta tíð, ið skal til, fyri at finna eina loysn, sum politiska skipanin, vinnulívið og fólkið kann liva við og liva av.