Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, tíggju spurningar um fíggjarstøðu landsins. Sostatt er greitt, at landsstýriskvinnan fær høvi at útgreina fíggjarstøðuna, tá §52a fyrispurningur verður svaraður.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar løgtingsmaðurin, at spurningurin er settur, tí tað tykist, at tað ikki fer at eydnast at fáa javnvág á fíggjarlógina, hóast tað er eitt aðalmál hjá bæði verandi og undanfarnu samgongu.
Teir tíggju spurningarnar, ið landsstýriskvinnan skal svara eru fylgjandi:
1. Hvussu stórt roknar landsstýriskvinnan, at landskassahallið verður í 2015?
2. Hvussu nógv veksur hallið í 2015 orsakað av eykajáttanarlógini, sum landsstýriskvinnan stutt síðan hevur lagt fyri Løgtingið?
3. Hvussu nógv økjast rakstrarútreiðslurnar orsakað av nevndu eykajáttanarlóg?
4. Hvussu nógv økjast íløguútreiðslurnar orsakað av nevnda uppskoti?
5. Hvussu nógv økjast lógarbundnu útreiðslurnar orsakað av nevnda uppskoti?
6. Hevur uppskotið jaliga ávirkan á haldførið í búskapinum?
7. Heldur landsstýriskvinnan tað verða skilagott at økja um hallið á fíggjarlógini í einum frammanundan heitum búskapi?
8. Hvørji stig hevur landsstýriskvinnan í hyggju at taka til tess at venda gongdini, so avlop fæst á fíggjarlógini?
9. Hevur landsstýriskvinnan slept ætlanunum um at fáa javnvág ella yvirskot á fíggjarlógina í 2016?
10. Um ætlanir framvegis eru at fáa hallið burtur, nær kann so roknast við, at svørt tøl aftur verða at hóma í landshúsarhaldinum?