Vil hava Smyril í dokk næsta ár

Johan Dahl vil hava Smyril í dokk næsta ár so at ein endalig loysn kann finnast á trupulleikunum, sum hava ført við sær, at Smyril seks ferðir hevur ligið meiri ella minni uppsteðgaður í nakrar minuttir hvørja ferð Hann fer nú at royna at fáa Løgtingið at játta pening til endamálið.

Hann sigur, at í hesum sambandi skal ein nýggj skipan setast í, so at vandin fyri blackout er minst møguligur.

Men skipanin kann ikki bindast í høvuðsmotorarnir fyrrenn Smyril fer í dokk.

Upprunaliga var ætlanin at Smyril skuldi í dokk næsta ár, men nú verður roynt at finna fígging til at hann kann fara í dokk næsta ár.

Johan Dahl upplýsir í einum spurningi frá Jaspur Vang, at tað tekur áleið fimm vikur at seta skipanina til.

Í hesum sambandi hevur hann álagt Strandferðsluni at leita eftir einum hóskandi avloysaraskipi.

Hann veit ikki, hvussu nógv tað kostar, men talan er um nakrar milliónir.

Annars hevur Strandferðslan leypandi gjørt ábøtur av ymsum slagi fyri at rætta tey brek, sum higartil hava ført til at Smyril hevur havt brek.

Men tann endaliga loysnin fæst ikki, fyrrenn Smyril sleppur í dokk.

Og tá ið Smyril kortini skal í dokk, verður annað arbeiðið gjørt samstundis so at tað slepst undan at leggja hann aftur í dokk við tað fyrsta