Hvussu tætt var ímillum Sambandsflokkin og samgonguna, tá ið samráðinganar slitnaðu um nýskipan av fiskivinnuni?
Tað vildi Hans Christian Abrahamsen hava at vita frá Bárði Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, tá ið fiskivinnufundur var hildin í skúlanum á Toftum.
Bárður Nielsen vildi ikki siga hvussu nær partarnir vóru, men undirstrikaði kortini at uppskotið, sum samgongan hevur lagt alment fram ikki er tað, sum teir vóru samdir um.
Hesum váttaði landsstýrismaðurin eisini.
Spurdur um Sambandsflokkurin fer at hjálpa samgonguni um hon ikki fær meirluta millum sínar egnu, svaraði Bárður Nielsen:
-Vit vilja heldur hjálpa samfelagnum enn samgonguni.