Vil leggja dent á gamla tjóðveldispolitikkin

Jógvan í Skorini sigur, at hann vil á ting at føra góðan, føroyskan sosialpolitikk.

Fyrr í dag boðaði Tjóðveldi frá, at borgarstjórin í Eiðis kommunu, 28 ára gamli Jógvan í Skorini, stillar upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval.

 

Í tíðindaskrivi frá Tjóðveldinum, verður hann endurgivin fyri at siga, at ynskir at hýsa ymiskleika í føroyska samfelagnum, og í tíðindunum á Rás 2 greiðir hann nærri frá síni avgerð.

 

Jógvan í Skorini er fimti borgarstjórin, sum alment hevur boðað frá, at hann stillar upp til komandi Løgtingsval. Undan honum hava borgarstjórarnir í Vestmanna, Pauli T. Petersen, og í Eysturkommunu, Jóhann Christiansen, boðað frá, at teir stilla upp fyri Tjóðveldi, umframt at borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, stillar upp fyri Sambandsflokkin, meðan Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin.