Vil skifta formannin út

Fyrrverandi landsnevndarlimurin í Sjálvstýrisflokkinum vil hava Eyðun Elttør, landsstýrismann, til politiskan formann


 

Flokksstríð

 

 

 

Á landsnevndarfundi í Sjálvsstýrisflokkinum hevur Edvard Hermansen, fyrrverandi landsnevndarformaður, biðið Sámal Petur í Grund, víkja formanssætið og lata Eyðun Elttør taka við.

 

Edvard Hermansen sigur í tíðindaskrivi, at hann metir, at floksformaðurin hevur skuldina av vánaliga valúrslitinum, flokkurin fekk til fólkatingsvalið. Hann vísir á, at fólkið hevur talað, men fyri deyvum oyrum, sum hann eisini hevur gjørt vart við á landsnevndarfundinum hóskvøldið.

 

Sámal Petur í Grund svaraði aftur á fundinum, at hann ikki helt seg einsamallan kunna taka ábyrgdina av valósigrinum og klandrinum í flokkinum. Hann heldur at leikluturin hjá Edvardi Hermansen sjálvum er alt annað enn lítil.

 

Sámal Petur í Grund vísti á funinum á, at Edvard Hermansen hevði úttalað seg til fjølmiðlarnar, og at tað bara hevði økt um stríðið. Edvard Hermansen hinvegin sigur seg ikki hava gjørt annað enn svarað upp á spurningar, hann hevur fingið frá fjølmiðlunum um støðuna í flokkinum.

 

Edvard Hermansen sigur í tíðindaskrivinum, at eftir at Ronald Poulsen var valdur til formann í landsnevndini, valdi hann sjálvur at taka seg heilt úr nevndini. Hetta kom heldur óvæntað á fundarluttakararnar, sigur hann, og tí varð fundurin niðurlagdur. Hann kann ikki góðtaka, at málið ongar avleiðingar fær, og fer tí frá. Sjálvur hevði hann hildið tað verið rættari, at politiski formaðurin legði frá sær.

 

Stóri taparin á fólkatingsvalinum, Sámal Petur í Grund, stendur nú sum vinnari í einum syndraður Sjálvsstýrisflokki, har støðan er fullkomin ruðulleiki, skrællið størri og sárini djúpari, skrivar Edvard Hermansen í tíðindaskrivinum.