Vil stríðast til seinasta neista

? Tað einasta, sum kann bjarga Sandoynni, er ein undirsjóvartunnil, ið verður gevandi og mennandi fyri alt tað føroyska samfelagið, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður. Einki er, sum bendir á, at Gerhard Lognberg hevur mist sína trúgv uppá, at ein undirsjóvartunnil fer at knýta Sandoynna upp í meginøkið áðrenn langt um líður.

- Sjálvandi kemur ítróttarhøllin, sum tað almenna nú fer at byggja í Sandoynni, ikki í staðin fyri nakran undirsjóvartunnil. Tað er so sólarklárt.

Tað sigur Gerhard Lognberg, sum er borgarstjóri í Skopunar kommunu og løgtingsmaður á tingi.

- Eg trúgvi framhaldandi, at ein undirsjóvartunnil, sum knýtir Sandoynna upp í meginøkið, liggur beint hinu megin hornið, sum løgtingsmaðurin tekur til.

Gerhard Lognberg ásannar kortini, at fíggjarligu brotasjógvarnir, sum føroyska samfelagið eins og heimurin allur hevur rent seg inni í, hava seinkað hesi verkætlan.

- So leingi, sum nakar neisti er eftir í mær, fari eg at tosa fyri og arbeiða miðvíst fram ímóti, at henda verkætlan verður framd. Eg trúgvi framvegis, at so skjótt, sum búskaparútlitini gerast betri, verður eisini farið í holt við hesa verkætlan, ið er hitt einasta, sum kann bjarga Sandoynni.

Gerhard Lognberg sigur, at ein undirsjóvartunnil, sum knýtir Sandoynna upp í meginøkið, ikki bara fer at bjarga Sandoynni, men hann fer eisini at vera gevandi og mennnandi fyri alt tað føroyska samfelagið.

- Sandoyggin hevur nógvar møguleikar, sum sanniliga kunnu vera gevandi fyri Føroyar sum samfelag, sigur borgarstjórin og løgtingsmaðurin.