Tað er Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um støðuna hjá MobilePay í Føroyum. Hann spyr landsstýrismannin, um hann kann greiða frá, hvørjar forðingarnar eru fyri at brúka MobilePay í Føroyum, og hvussu tað líður at beina hesar av vegnum.
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Fróði Magnussen á, at seinastu árini er talgilda gjaldskipanin vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá fólki og fyritøkum kring Norðurlond.
– Í Danmark verður MobilePay brúkt í stóran mun bæði millum privatpersónar, fyritøkur, feløg og almenn tiltøk, og nógvir føroyingar kenna skipanina væl frá arbeiði, lestri, ferðing og øðrum uppihaldi uttanlands.
– Føroyingar ferðast nógv til Danmarkar og hini Norðurlondini, og fleiri uppliva tað sum eina avmarking, at føroyskir bankakundar ikki hava somu atgongd til talgildar gjaldskipanir sum grannalond okkara. Tað hevði verið ein fyrimunur hjá bæði privatfólki, vinnulívi og felagsskapum, um møguleiki var hjá føroyingum at nýta skipanir sum MobilePay á jøvnum føti við onnur í Norðurlondum, sigur Fróði Magnussen.
Hann sigur, at harumframt hevði ein slík loysn lætt um smærri flytingar millum privatpersónar, gjaldingar í sambandi við tiltøk, ítrótt, felagsskapir og handil, og hevði gjørt tað lættari hjá føroyskum brúkarum at virka í einum alsamt meira talgildum og norðurlendskum gjaldsheimi.
– Tað hevur tó verið ført fram, at løgfrøðiligar og fyriskipanarligar forðingar gera, at føroyskir brúkarar ikki kunnu fáa atgongd til MobilePay, sigur løgtingsmaðurin, sum tí ynskir at fáa greiðu á, hvørjar hesar forðingar eru, og um landsstýrið sær møguleikar fyri at arbeiða fyri, at tær verða beindar av vegnum, sigur Fróði Magnussen.










