Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni, sum varðar av kommunumálum, Ruth Vang, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis um kommunuvalið í Runavíkar kommunu:
– Tá kommunuvalið í Runavíkar kommunu er ógildað, og avgerð er tikin um at hava umval, hvørjar heimildir hevur so sitandi býráð?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at líka síðan kommunuvalið fyri einum góðum ári síðan, hevur stór óvissa valdað um valúrslitið í Runavíkar kommunu.
Illgruni var um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði.
– Málið varð meldað til løgregluna samstundis, sum at valið í Oyndarfirði varð kært til Runavíkar kommunu.
– Úrslitið av valinum í Oyndarfirði broyttist frá uppteljingini valkvøldið til fínteljingina dagin eftir, og førdi hettar við sær broytingar í samlaða valúrslitinum, vísir Jacob Vestergaard á. Og hann heldur fram.
– Atkvøðuseðlarnir í Oyndarfirði vóru ikki koyrdir til Runavíkar fyrrenn dagin eftir, og høvdu verið goymdir í einum plastposa heima hjá valstýrisformanninum.
– Runavíkar kommuna góðkendi valúrslitið, men avgerðin varð kærd til Løgmálaráðið.
– Eftir drúgva viðgerð ógildaði Løgmálaráðið valúrslitið í Runavíkar kommunu, sigur Jacob Vestergaard.
– Eftir Kommunuvallógini skal “gamla býráðið” verða sitandi, til umval hevur verið.
Tað er ikki støðan í Runavíkar kommunu. Tí er neyðugt at fáa at vita, hvørjar heimildir sitandi býráð hevur, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurninginum.











