Vil vita hvussu nógv mvg afturbering kostar landskassanum

Løgtingsmaður vil hava at vita, hvussu nógv tað hevur kostað landskassanum at stuðla grønari umlegging – og um stuðulsskipanirnar venda sosialt rætt

 

Tað er Stefan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú 10 spurningar um, hvussu nógv stuðulin til ymsu stuðulsskipanir í sambandi við orkuskifti hava kostað landskassanum.

Hann hevur sett henni hesar 10 spurningar:

 

1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

 

2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

 

3. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

 

4. Hvat hevur tað kostað landskassanum at veita stuðul fyri at burturbeina oljufýr, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

 

5. Eru aðrar grønar stuðulsskipanir, sum kosta landskassanum, og hvat er kostnaðurin av hesum?

 

6. Hvat hava grønu stuðulsskipanirnar kostað landskassanum samanlagt?

 

7. Hvat metir landsstýriskvinnan, at allar hesar grønu stuðulsskipanirnar fara at kosta komandi fíggjarár?

 

8. Hvussu nógv er CO2 útlátið lækkað av hesum tiltøkum í tonsum og prosentum?

 

9. Metir landsstýriskvinnan, at hesar stuðulsskipanirnar venda sosialt rætt?

 

10. Heldur landsstýriskvinnan, at føroyska samfelagið í sínari heild fær nóg nógv burturúr hvørjari krónu, sum verður brúkt til grønar stuðulsskipanir?

 

Í viðmerking til spurningarnar vísir løgtingsmaðurin á, at tað eru nógvar grønar stuðulsskipanir settar í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið.

– Hesar skipanir vísa seg tó at verða rættiliga dýrar fyri landskassan. Spurnartekin kann setast við, um tær venda sosialt rætt, og um tær muna nóg nógv í CO2 roknskapinum, sigur løgtingsmaðurin, sum sigur, at henn hevur sett fyrispurningin fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv hesar stuðulsskipanirnar hava kostað landskassanum, síðani tær eru settar í verk.