Tað er Eyðgunn Samuelsen, løgtingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrskmanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hon spyr soleiðis:
1. Hvat er status fyri arbeiðið við at lýsa námsfrøðiligu og fysisku karmarnar í skúlanum?
2. Er tíðar- og kostnaðarætlan gjørd um, hvussu ljóðviðurskiftini kunnu betrast?
3. Hvussu er ætlanin at arbeiða víðari við at dagføra námsfrøðiligu og fysisku karmarnar?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Eyðgunn Samuelsen á, at Skúlin á Trøðni er ein gamal bygningur, nógv slit er, trupulleikar eru við ljóðviðurskiftunum, og námsfrøðiligi tørvurin er nógv broyttur síðani 1975, tá ið skúlin varð bygdur. Harumframt er talið á børnum í skúlanum nógv vaksið seinastu árini. Løgtingsins umboðsmaður hevur í eftirlitsfrágreiðing frá november 2025 heitt á skúlan á Trøðni um beinanvegin at taka stig til at kanna ljóðviðurskiftini í skúlanum og gera eina ætlan um, hvussu hesi viðurskifti kundu betrast.
– Umboðsmaðurin vísti á, at skúlin hýsir eitt nú næmingum, ið eru ljóðviðkvæmir og verða ávirkaðir neiligt av vánaligum ljóðviðurskiftum. Ljóðviðurskifti eiga ikki at vera ein forðing fyri, at næmingar fáa luttikið í felagstiltøkum í einum skúla. At talan er um ein serskúla, ger støðuna bara enn meiri átrokandi.
– Nakað av peningi er játtaður á fíggjarlógini 2026 til at byrja at bøta um ljóðviðurskiftini, vísir Eyðgunn Samuelsen á.
Í desember 2025 varð upplýst, í samband við fíggjarlógararbeiðið, at skúlastjórin, Landsverk og ein uttanhýsis ráðgevi vóru í gongd við at gera eina tørvs- og funktiónslýsing av bygninginum, har bæði námsfrøðiligu og fysisku karmarnir verða lýstir.
– Fyri at fáa lýst hvussu støðan er í dag, og hvør framtíðarætlanin er viðvíkjandi kørmunum í skúlanum verða hesir spurningar settir, sigur Eyðgunn Samuelsen.











