Christian Eriksen fall um í seinna hálvleiki móti Ukraina, men kundi sjálvur fara av vøllinum og inn í sjúkrabilin. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.

Landsliðslæknin væntar at Eriksen skjótt sleppur heim

Christian Eriksen hevur tað gott eftir umstøðunum, og væntanin er, at hann skjótt kann verða útskrivaður av sjúkrahúsinum. Tað sigur danski landsliðslæknin, Morten Boesen

Christian Eriksen fall um í seinna hálvleiki móti Ukraina, men kundi sjálvur fara av vøllinum og inn í sjúkrabilin. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.

– Eg havi tosað við Christian í morgun, og hann hevur tað gott. Hann er saman við familju síni og er við gott mót. Væntanin er, at hann skjótt kann verða útskrivaður og fara heim, sigur Morten Boesen sambært DBU.

 

Sunnukvøldið fall Christian Eriksen um undir venjingardystinum millum Danmark og Ukraina í Odense.

 

Danski miðvallarin fekk skjótt læknahjálp á vøllinum, men kundi síðani sjálvur ganga til sjúkrabilin, sum koyrdi hann á Odense Universitetssjúkrahús til nærri kanningar.

 

Landsliðslæknin sigur eisini, at bæði spælarar og starvsfólk kring landsliðið fáa neyðugan stuðul eftir hendingina.

 

– Vit taka okkum væl av spælarum og starvsfólki og hava støðugt samband við tey, sigur Morten Boesen.

 

Dysturin varð steðgaður stutt eftir hendingina. Tá hevði Danmark leiðsluna 2-1 eftir mál frá Patrick Dorgu og Joakim Mæhle.

 

/Ritzau/

 

Christian Eriksen fall um í seinna hálvleiki móti Ukraina, men kundi sjálvur fara av vøllinum og inn í sjúkrabilin. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix.