Vil vita um politiskur vilji er til dialysu í Klaksvík

Tingmaður spyr, um landsstýriskvinnan hevur politiskan vilja at seta dialýsuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen ein grein 52a fyrispurning um dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hevur landsstýriskvinnan politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

2. Um ja, nær verður dialysuviðgerð sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

3. Eru viðurskifti á sjúkrahúsinum sjálvum – við støðuni áðrenn dialysa varð sett í verk á Tvøroyri – sum tala fyri, at dialysa skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Í viðmerking til spurningin vísir løgtignsmaðurin á, at í Føroyum hava vit trý sjúkrahús, og í løtuni er samfelagsliga rákið tíbetur soleiðis, at heilsutænastur skulu vera í nærumhvørvinum hjá fólki.

– Í seinasta samgonguskeiði sóu vit til dømis, at dialysa varð sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so fólk í Suðuroy við tørvi á dialysuviðgerð ikki longur skuldu noyðast til Havnar at fáa hesa viðgerð, sigur hann.

– Somuleiðis varð lógarverk samtykt, sum byggir á, at alsamt fleiri heilsutænastur skulu vera í nærumhvørvinum hjá borgarunum.

– Nakað síðan svaraði landsstýriskvinnan einum fyrispurningi, 52-107/2025, sum bygdi víðari á hetta arbeiðið, nevniliga um at seta dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Tað svarið var í stóran mun ein fíggjarlig útgreining og ein staðfesting av, at landsstýriskvinnan í øllum førum ikki ta løtuna hevði ítøkiligar ætlanir um at seta dialysu í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum tí setir henni hesar spurningar um politiska viljan hjá nýggja landsstýriskvinnuni.