Tað ber alt á tað borðið, at tað verður fótbóltur í Meistaradeildini á Sandi í 2027.
Í dag vóru sandoyingar í Gundadali, har teir hittu næstbesta liðið hjá B36. Og aftur í dag fóru sandoyingar av vøllinum við fullum stigatali. Hetta var fimta ferðin á rað, at B71 vann, og sigurin ber við sær, at B71 er oddalið við 34 stigum.
FC Suðuroy er fremsti avbjóðarin, sum hevur møguleika at flyta upp. FC Suðuroy hevur 26 stig, og so er tað ÍF, sum hevur 18 stig. Tað eru altso 16 stig frá B71 og aftur til liðið, sum kann taka uppflytaraplássið frá sandoyingunum, nú kappingin er gott og væl hálvrunnin.
Eitt korter var farið, tá ið Eric Oteng legði B71 á odda eftir upplegg frá Mads Svane. Hetta var fjórða ferðin í ár, at Eric Oteng, sum er úr Gana, var málskjútti.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið B36 javnaði til 1-1. Málskjútti var Emil Hansen, og uppleggið átti Rani Berg í Soylu. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Emil Hansen var málskjútti.
Sigursmálið skoraði B71 eitt stórt korter undan leikloki. Málskjútti var Jonathan Nielsen Canto, og Óli á Reynatúgvu átti uppleggið. Hetta var fjórða ferðin, at danski Jonathan Nielen Cantro var málskjútti.











