HM: Niðurlond knústu Svøríki í Houston

Svøríki hevur nú tikið lut í tveimum dystum, ið eru endaðir 5-1

Mynd: Ritzau Scanpix

Svenska landsliðið kom niður á jørðina aftur í Houston aftaná 5-1 stórsigur á Tunesia í tí fyrsta dystinum í innleiðandi HM-bólki F.

 

Í kvøld tapti Svøríki 1-5 fyri Niðurlondum á NRG leikvøllinum í Houston. Í steðginum var støðan 2-0.

 

Niðurlendingar vóru sera effektivir, og megnaðu Brian Brobbey og Cody Gakpo at skjóta tvey mál hvør. 

 

Fyri Niðurlond var talan um uppreisn aftaná hálva vónbrotið í 2-2 javnleikinum móti Japan. Fyri Svøríki var talan um ein stóran niðurtúr, men svenskarar hava ein dyst eftir í bólkinum móti Japan, har teir kunnu vinna sær víðari luttøku í kappingini. 

 

Niðurlond-Svøríki 5-1 (2-0)

1-0 Brian Brobbey ('5 )

2-0 Brian Brobbey ('17 )

3-0 Cody Gakpo ('47 )

4-0 Cody Gakpo ('54 )

4-1 Anthony Elanga ('59 )

5-1 Crysencio Summerville ('89 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Niðurlond og Svøríki. 

 

Niðurlond eru fremst í bólkinum við fýra stigum. Svøríki hevur trý stig, Japan hevur eitt stig, meðan Tunesia einki stig hevur.

 

Í morgin klokkan fimm - á morgni føroyska tíð - spæla Japan og Tunesia á Estadio BBVA í Monterrey.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix