Vit vilja fegin sleppa at merkja eina grind aftur í ár. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, har hann fæst nógv við grind.
Seinast tey merktu eina grind, var tann 7. juli í fjør, tá ið fimm hvalir vórðu merktir í Gøtu.
Ein sendari á terri grindini riggar enn og tann hvalurin, sum hevur sendarin á sær, hevur ligið suðuri við Hebridurnar í fleiri mánaðir, har hann hevur svomið eitt sindur aftur og fram.
Les meiri um tað her: Hava ligið í sama stað í fleiri mánaðir.
Bjarni Mikkelsen sigur, at hóast tey hava merkt nakrar grindir, hevur tað framvegis sera stóran týdning at halda fram við merkingini fyri at fáa eina so góða mynd um tilber av, hvussu grind ferðast.
Hann sigur, at tað er týdningarmikil vitan tá ið metast skal um, hvussu stórur stovnurin er, sum vit veiða burtur úr, tí aðalmálið er, at grindadrápið skal vera burðardygt.
Øll vitan, vit fáa til vega, legst afturat teirri stóru myndini og hjálpir okkum at fáa greiði á, hvussu víða grind ferðast. Er talan um ein stóran, felags stovn, sum ferðast víða, tolir hann størri veiði enn ein lokalur stovnur tolir.
Tað vóru nakrar smáar grindir í fjør so hann vónar at tað verður onkur lítil grind aftur í ár, sum tey sleppa at merkja.
Sendarin, sum enn virkar á hvalinum, sum varð merktur í Gøtu, er tann sendarin, sum hevur virkað nógv longst, men dreymurin er at merkja eina grind, har sendarin virkar eitt heilt ár, soleiðis at tey fáa eina mynd av, hvussu grindin ferðast eitt heilt ár.