Vilja hækka barna­frá­drátt­in við rík­is­stuðli

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka ríkisveitingina

Uppskotið frá Sambandsflokkinum er soljóðandi:

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum hevur sum endamál at steðga ætlaðu niðurlaðingini av ríkisveitingini, og at ríkisveitingin frá og við 2025 verður tann sama sum í 2024.

 

Í viðmerking til uppskotið sigur Sambandsflokkurin, at við hesum uppskotinum verður lagt upp til, at niðurlaðingin av ríkisveitingini fyri fíggjarárið 2025, sum er 25 mió. kr., verður afturførd, soleiðis at vit hava ráð til betri vælferð.

 

Um niðurlaðingin á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 eisini verður strikað, sum Sambandsflokkurin heldur, at hon eigur at verða, hava vit 50 mió. kr. meira til vælferð.

 

– Endamálið við uppskotinum er at brúka tær tryggu inntøkurnar, sum landskassin hevur av ríkisveitingini, til at fíggja eina hækking av barnafrádráttinum hjá barnafamiljum í Føroyum til tess at betra og lætta um gerandisdagin hjá teimum, skrivar Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Har verður eisini sagt, at ríkisveitingin er ein trygg inntøka hjá landskassanum, men sitandi samgonga hevur skert veitingina við 25 mió. kr. árliga, og verður samlaða niðurlaðingin, tá hetta samgonguskeiðið er runnið, 250 mió. kr.

 

– Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verður hallið á fíggjarlógini mett at vera 173 mió. kr. við sparingum og ov høgt mettum inntøkum av tilfeingisskattum, meðan man samstundis skerjir ríkisveitingina við 25 mió. kr. afturat.

 

– Kostnaðurin á gerandisvørum í føroyska samfelagnum er høgur, og hetta merkist mest hjá teimum, ið eru fíggjarliga sperd, sigur Sambandsflokkurin, sum vísir á, at vit í Føroyum hava vit eina demografiska avbjóðing, tí tað gerast fleiri eldri borgarar, meðan yngri borgarar í barnsburðaraldri vanta.

 

– Fyri at betra um livikorini hjá barnafamiljum í Føroyum, umframt at betra um gerandisdagin hjá borgarum, ið vilja seta sær búgv og stovna familju í Føroyum, krevjast fíggjarlig átøk til hetta.

 

– Tískil vil Sambandsflokkurin brúka ríkisveitingina til at fíggja eina hækking av barnafrádráttinum, heldur enn at niðurlaða ríkisveitingina, skrivar flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.