Marna Olsen 85 ár

Mána­dag­in 1. desem­ber fyll­ir Marna Olsen 85 ár

M

 

arna er dóttir Elsu og Al­fred Holm, Vág­ur. Marna er út­búgv­in lærari frá Nr. Niss­um læraraskúla saman við mær  og vit blivu útbúgvin á­vik­a­vist í 1963 og 1962. Vit komu heim úr Danmark við Magn­us á Gørðunum ein summ­ar­dag ein sunnudag í 1973, og brúdleypið stóð ein týs­dag annan dagin eftir t.v.s. 2 juli, tí Margnus á Gørð­unum, sum Alfred, pápi Marnu, førdi, skuldi aft­ur til Grønlands til fisk­i­skap. Brúdleypið stóð í Framtíðini í Vági, og í brúd­leyp­i­num vóru 250 gestir. Ì Vági bleiv so okkara fram­tíð.

 

Vit blivu so har sum lær­ar­a­fólk­, men Marna var 1 dag um vikuna í Havn sum lands­skúl­a­ráð­gevi í donskum uppi á Lands­skúl­a­ráð­gev­ing­ini.

 

Vit eru nú á gamalsaldri flutt til Havnar, tí har eiga vit 3 børn, sum øll búgva í Havn. Skulu vit uppliva ommu – og abbabørnini var bert eitt at gera, og tað var at flyta til Havnar. Vit eiga 5 ommu- og abba­børn og 4 langommu og langa­bbabørn. Vit fingu 3 børn, Elsa Maria, Martin Karl og Annika, sum øll eru mag­ist­arar, døturnar frá uni­vers­i­tet­i­num í Odense og sonurin frá Fróð­skap­ar­setr­i­num í Havn, betri kann tað neyvan gerast.

 

Marna og eg hava havt eitt langt og ríkt lív. Tað man hava verið sum hjá so mong­um, at okkurt kundi verið at funnist at, men sam­anlagt eitt eydnuríkt lív. Tað kundi verið upp í bøk­ur um lív okkara, men gott man vera sum er.

 

Góða elskaða Marna, takk fyri eitt langt, gott og eydnuríkt lív. Gud signi okkum bæði, tað ið eftir er.

 

Hjartaliga til lukku við 85 ára føðingardegnum

 

 

 

Jákup