Borgarstjórarnir í Suðuroynni halda at fyrirreikingarnar uppá Suðuroyartunnilin eiga at fara ígongd sum skjótast. Tað er niðurstøðan, nú allir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy hava hitst, har teir hava tosað um Suðuryoyartunnilin,
Teir siga, at sambært nýggjastu upplýsingum frá partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar verður Sandoyartunnulin tikin í nýtslu seinasta lagi í desember 2023. Boriarbeiðið verður liðugt um ársskiftið í ár, tá ið tunnulin verður skotin ígjøgnum.
Men teir vísa á, at á fíggjarlógini fyri í ár, eru fimm milliónir settar av til at fyrireika Suðuroyartunnilin fyri.
Sum landið liggur nú, er greitt, at arbeiðið uppá Suðuroyartunnulin ikki kann fara í gongd, sum eitt natúrligt framhald av Sandoyartunnulinum. Til tað eru ov fáar fyrireikingar gjørdar, og ongin játtan er til endamálið. Borgarstjórarnir í Suðuroynni siga, at teir síggja týdningin av, at koma ígongd við sum skjótast og í næstu viku fara teir á fund um, hvussu farast kann í gongd við at fyrireika arbeiði uppá Suðuroyartunnilin.
Teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroynni, eru:
Eyðbjørn Thomsen, Sumba
Bjarni Johansen, Vágur
Ása Holm, Porkeri
Delmar Tausen, Hov
Jóanis Lisberg, Fámjin
Kristin Michelsen, Tvøroyri
Janus Thomsen, Hvalba