Tað heldur Øssur Winthereig, journalistur og politiskur eygleiðari, nú nýggj veljarakanning, ið Dimmalætting hevur latið gjørt, vísir sera stóra framgongd til Sambandsflokkin. Øssur Winthereig heldur, at tann veruleiki, at Sambandsflokkurin tekur atkvøður frá smáu flokkunum og frá Javnaðarflokkinum ber boð um, at veljarin vil hava greiði á ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum.
Eg haldi í hvussu er ikki, at talan er um løgmanseffektina. Og sjálvt um innanhýsis ósemjur eru í Sambandsflokkinum, so eyðkennir sambandspolitikkurin kortini flokkin, sigur Øssur Winthereig.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldi standa stórt sæð í stað, meðan Sambandsflokkurin altso fer 9,5 prosentstig fram, og tað er stórt sæð tað, ið smáu flokkarnir saman við Javnaðarflokkinum ganga aftur.
Øssur Winthereig heldur ikki, at spurningurin um høgra ella vinstra upptekur veljaran so nógv í dag, men at tað meiri er spurningurin um samband ella fullveldi, ið veljarin vil hava greiði á.