- Út frá hesum krevur Hondbóltsfelagið Tjaldur, at VB málið verður strika og harvið at Tjaldur fær 2 stig, ella at nýggjur dystur verður leiktur, skrivar Tjaldur í kæruni
Kæra í samband við dystin millum Tjaldur og VB í sunset deildini 05.02.2011, í Runavík. Dystur nr: D160
Frágreiðing um hending móti dystarenda:
Móti dystarenda gevur Karstin tekin um at steðga tíðini, men dómaraborðið hevur ikki sæð tað. Dómararnir velja at leggja 8 sekund afturat dystinum, tí Karstin metur at VB leikarar standa ov nær, tá Tjaldur skal geva bóltin upp.
Hetta meta vit er at geva VB fyrimun fyri óreglusemi, sum tey sjálvi eru orsøk til. Vit meta at heldur átti tíðin at koyrt víðari, og VB fingið boð um at flutt seg tríggjar metur burtur frá miðjuni.
Frágreiðing um næstu hending
Tá Tjaldur gevur bóltin upp, kastar Simona Petersen hjá Tjaldur bóltin aftur til málmannin hjá Tjaldur, Guðrun í Lágabø, sum er stødd umleið á tríggjarmetrinum. Guðrun skal til at kasta ein langan bólt fram til Tjaldur leikara, Heidi Sevdal . Hendan hendingin tekur áleið 3 sekund. Uttan at gera tekin um passivt spæl, floytar dómarin, Kristian Joensen, fyri passivum spæli. Hetta gevur fríkast til VB, sum skal takast uttanfyri tríggjarmeturin. Eisini skulu allir aðrir leikarar hjá VB út um tríggjarmetur feltið.
VB leikari, Guðri Mortensen, gevur bóltin upp til VB leikara, Báru Mortensen, samstundis sum annar VB leikari, Laila Jespersen, er stødd umleið á 6-metrinum, har hon screenar fyri Tjaldur leikara, Anniku Thomsen, sum ikki er loyvt tá eitt fríkast ella straffi skal takast. Víst verður til spælireglurnar 13:6 og 13:7 – Hetta bleiv gjørt dómarunum kunnugt beinanvegin, men einasta teir vildi fyrihalda seg til var at teir høvdu dømt út frá grein 7:12.
At dómarin, sum út frá video upptøkunum, er staddur 3 metur frá hendingini, ikki sær hesa støðu, hevur alt avgerandi ávirkan á dystin. Tjaldur hevði møguleika til tvey stig, men VB fær javna og harvið fáa bæði liðini 1 stig í part.
Út frá hesum krevur Hondbóltsfelagið Tjaldur, at VB málið verður strika og harvið at Tjaldur fær 2 stig, ella at nýggjur dystur verður leiktur.
Tjaldur ynskir eisini at fáa eina frágreiðing um hví støðan frá tí Tjaldur gevur bóltin upp, og 2 og eitt hálvt sekund fram, skal dømast sum passivt spæl.
Vísast kann til líknandi hending tá Sámal Paulason og Kári Hansen dømdu Neistan og VÍF fyri nøkrum árum síðan. Tá fekk VÍF umdyst eftir at dómararnir høvdu gjørt ein avgerandi feil.
P.s
Viðheft er video upptøka av seinastu sekundunum av dystinum.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjald