Í farnu viku skrivaði Sosialurin um ein mann, ið lá avdottin í tríggjar tímar í regninum í miðbýnum í Havn, áðrenn sjúkraflutningstænastan kom eftir manninum. Ein maður hevði ringt til bæði løgregluna og sjúkraflutningstænastuna, og hvørgin teirra vildi kennast við, at maðurin var teirra trupulleiki.
Síðani tað blaðið fór til prent, hevur Sosialurin frætt um fleiri fólk, ið hava upplivað líknandi hendingar, har vakthavandi á løgreglustøðini ikki vil taka fráboðanir í álvara, og at tey liggja sum kastibløkur millum løgregluna og sjúkraflutningstænastuna.
Seinasta dømið um hetta hendi so seint sum fríggjakvøldið - dagin eftir, at søgan um mannin í miðbýnum í Havn var at síggja í bløðunum.
Maður lá við vegjaðaran
Helena Heðinsdóttir Jørgensen fortelur, at hóskvøldið koyrdi hon eftir vegnum við Vatnsoyrar. Hon sær, at ein kvinna stendur yvir einum manni við vegjaðaran, og hon fer at vita, um teimum tørvar hjálp.
Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen, og hann fekk ikki flutt seg. Maðurin var tó við vit og fekk sagt teimum, at hann hevði ligið har leingi. Tær báðar vistu ikki, hvat tær skuldu gera við mannin, og tær hildu, at hann kanska hevði fingið skaða í ryggin.
Besta boðið var at ringja til 112, avráddu tær, men vakthavandi var ikki fegin um uppringina, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.
- Tú veit, at tú hevur ringt til alarmsentralin? spurdi vakthavandi, eftir at Helena Heðinsdóttir Jørgensen hevði greitt frá trupulleikanum, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen, sum sigur seg vera skelkaða av hendingini og atburðinum frá alarmsentralinum.
At enda spurdi vakthavandi á alarmsentralinum, um hon visti, hvør maðurin var, sum lá við vegjaðaran. Helena Heðinsdóttir Jørgensen visti, hvør maðurin var, og hon fortaldi tí alarmsentralinum, hvør hann var. Svarið frá alarmsentralinum var, at har var ikki nógv annað at gera enn at lata mannin liggja, tí hann kom altíð út fyri tílíkum.
- Í støðuni var eg eitt sindur málleys, men tá eg hugsi um tað aftaná, hevði eg ynskt, at eg var eitt sindur meira kontant. Hatta var í øllum førum ikki tað, sum eg sóknaðist eftir. Eg vildi gjarna hava meira vegleiðing ella meira hjálp. Um tey ikki vildu senda sjúkrabil, so kundu tey um ikki annað fortalt mær, hvat meira eg kundi gera, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.
Endin gjørdist so, at vakthavandi játtaði at kanna, um hann kundi fáa ein bil at fara at hyggja eftir manninum. Tá vóru fleiri fólk komin aftrat á vegnum, og teirra millum var eisini ein lækni, sum fekk hugt eftir manninum.
Helena Heðinsdóttir Jørgensen var á veg til arbeiðis, tá hendingin fór fram. Hon føldi seg ikki trygga at fara, fyrr enn maðurin var í góðum hondum, so tá hon sá, at ein sjúkrabilur kom koyrandi eftir vegnum, fór hon til arbeiðis. Hon hevur síðani fingið váttað frá einari aðrari kvinnu, ið var har, at maðurin varð tikin upp í sjúkrabilin.
Kendur trupulleiki í Miðbýnum
Ein persónur, ið Sosialurin hevur tosað við, hevur ofta upplivað, at løgreglan vildi illa gera nakað við fullar og avdotnar menn, ið hann hevði við at gera.
Maðurin, sum vil vera ónevndur, hevði í níggju mánaðir ábyrgdina av plássinum framman fyri kommunubygninginum í Miðbýnum í Havn; tað, sum fyrr var Føroya Banki. Samstundis hevði hann eisini ábyrgdina av hølunum á veghædd, har Visit Tórshavn og apotekið halda til.
Hann fortelur, at tað hendi ofta, at hann var noyddur at ringja eftir løgregluni, tí fullir menn vóru avdotnir á økinum. Ofta vóru teir til ampa fyri onnur, men tað hendi seg eisini, at teir vóru til vanda fyri seg sjálvar. Maðurin fortelur, at hann hevur eisini verið úti á vegnum at tikið ein mann upp, tí hann lá avdottin - hálvur á gongubreytini, hálvur á vegnum.
Summir av avdotnu monnunum vóru ikki so lættir at flyta, tí at teir vóru ov tungir. Summir høvdu pissað í buksurnar.
Maðurin sigur, at hann kendi væl trupulleikan, ið vístur varð á í Vikuskiftissosialinum, tí hann varð ofta sendur aftur og fram millum løgreglu og sjúkraflutningstænastuna. Oftast ringdi hann eftir løgregluni fyrst, har hann varð biðin um at ringja eftir sjúkraflutningstænastuni. Sjúkraflutningstænastan vildi hinvegin ikki kennast við menninar, uttan so at teir vóru komnir til skaða, og bóðu mannin ringja aftur til løgregluna. Men tað løgreglan kundi gerast irriterað.
- Eg royndi ofta at fara oman at tosa við hesar menninar, og vit høvdu ein góðan dialog, har eg royndi at vita, um eg kundi fáa teir at fara onkra aðrastaðni. Onkuntíð mátti eg hava fatur í løgregluni, og eg upplivdi fleiri ferðir, at teir vóru trekir, og at teir tímdu ikki at koma. Teir tóku tað ikki í álvara.
Maðurin greiðir frá, at tað kom ofta an uppá, hvat løgreglufólk talan var um. Summir vóru blíðir at hava við at gera, aðrir vóru minni blíðir, og ofta var tað vakthavandi í telefonini, ið gramdi seg um, at tílíkt hevði løgreglan ikki stundir at taka sær av.
Endin gjørdist, at maðurin bað leiðaran hjá sær klaga til løgregluna, tí hann metti, at leiðarin hevði eitt sindur meira tyngd enn hann hevði.
Maðurin sigur, at tað er vert at hava í huga, at hann var bert í hasum starvinum í níggju mánaðir, og at hetta var nakað, ið hann upplivdi fleiri ferðir innan hetta tíðarskeiðið.
- Tað var ofta, at teir verbalt gjørdi seg á onkran, sum kanska gjørdist bangin, ella at teir gjørdu okkurt herverk ella komu upp at klandrast. Tað er so eitt. Men tá teir eru komnir til skaða ella eru til ampa fyri ferðsluna, so fekk eg ikki ta hjálpina, sum eg skuldi. Teir eru hóast alt menniskju, og vit skulu hjálpa teimum, sigur maðurin. Tað var sum, at løgreglufólkini vórðu fornermað, tí tey skuldu taka sær av hesum uppgávunum.
Settu ágangandi mann inn á Herbergið
Magni Højgaard starvaðist í fleiri ár á Bláa krossi sum leiðari á sosialu eindini. Hann sigur, at tað var ikki ein trupulleiki, sum hann hoyrdi nógv til, at løgreglan ikki vildi fáast við fullar menn, ið ikki megnaðu at ansa eftir sær sjálvum.
Har var tó serliga ein tilburður, ið fekk hann at øtast. Løgreglan hevði verið og tikið ein mann upp í býnum, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Maðurin hoyrdi heima á Herberginum, og tí hevði løgreglubilurin koyrt hann niðan har. Tá teir koma á dyr hjá Herberginum er ein kvinna einsamøll til arbeiðis, og hon greiðir løgregluni frá, at hon kann ikki taka mannin inn. Maðurin var í ringum standi og hevði verið sera ágangandi um dagin, og hon tordi tí ikki at hava hann har, meðan hon var einsamøll til arbeiðis.
Løgreglan tók eftir øllum at døma ikki boðini hjá henni í álvara, tí maðurin varð settur av á Herberginum kortini, og endin gjørdist, at kvinnan varð noydd at ringja eftir Magna Højgaard, sum mátti koyra til Havnar, soleiðis at hon ikki var einsamøll við manninum. Tá Magni Højgaard var komin til Havnar, varð hann noyddur at ringja eftir sjúkrabilinum, tí tá var maðurin dottin gjøgnum trappurnar og hevði brotið seg sundur.
- Teir tóku hana av bólið, simpulthen. Tað er langt úti, sigur Magni Højgaard.
Løgreglan onga viðmerking
Løgreglan var ikki til reiðar at gera eina viðmerking til blaðið, men í samrøðu í síðstu viku greiddi Bjarni Nattestad, vaktarleiðari, frá, at vanliga mannagongdin til slíkar fráboðanir er at senda ein løgreglubil út á staðið, og síðani verður ein meting gjørd á staðnum, um hvat skal gerast næst.
- Meta vit tað, at viðkomandi klárar at taka sær av sær sjálvum, so gera vit faktiskt einki við tað. Men er tað soleiðis, at viðkomandi er í einum standi, sum ger, at hann ikki kann taka sær av sær sjálvum, so gera vit tað við viðkomandi, sum vit meta er tað rætta, segði Bjarni Nattestad.
Hvat verður gjørt, er alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru. Onkuntíð verða tey koyrd á Herbergið, onkuntíð í brummuna at sova rúsin av sær, og onkuntíð verða teir koyrdir heim, greiddi Bjarni Nattestad frá.