? Fáa vit ikki ein nógv betri sáttmála nú, er vandi fyri, at fleiri læknar fara at stinga í sekkin.
Jens Andreassen, formaður í felagnum hjá yngru læknunum, sigur, at støðan á Landssjúkrahúsinum er rættiliga álvarslig.
Hann sigur, at tað er stórt læknatrot á Landssjúkrahúsinum.
Fleiri størv eru ikki sett, tí eingin fæst at søkja tey.
Og hendir onki nú, er tað stórur vandi fyri, at fleiri av læknunum, sum eru, fara at stinga í sekkin, og rýma í betri størv uttanlands. Tí arbeiðsumstøðurnar eru nógv betri aðrastaðni, samstundis sum tað ikki stendur á at fáa arbeiðið uttanfyri landoddarnar.
? At tað altíð mangla læknar, og at størv eru ósett, skumpar undir hesa gongd, tí tað verður ov strævið hjá teimum, sum eftir eru.
Verður verri og verri
Og tað vísir seg, at tað eisini verður verri og verri at fáa føroyskar læknar hendavegin.
Avleiðingin av hesum hevur verið, at tað eru alt ov fáir læknar á Landssjúkrahúsinum enn tað átti at verið, tí læknar fáast ikki til fleiri av størvunum.
Hetta læknatrotið hava tey merkt serliga fast í ár.
Formaðurin í felagnum fyri yngri læknar sigur, at ikki minst er støðan vánalig á medisinsku deild.
Tað eru sjey størv á forvaktini- sum eru teir nýútbúnu læknarnir. Men har hava teir bara verið í millum tríggir og fimm læknar, so tað hava altíð mangla tveir til fýra læknar.
Á millumvaktini-, sum eru fyrstu hjálparlæknarnir, hevur tað verið eitt sindur ymiskt. Har skulu verða fýra læknar, men í løtuni eru teir bara tveir.
Læknaformaðurin sigur, at verður lønarhækkingin ikki størri enn tey 6,5%, sum fíggjarmálastýrið er sinnað at lata, fer tað tískil at føra til eina sera óhepnað støðu á Landssjúkrahúsinum, sigur hann.
Nógv betri umstøður
Sum tað sæst í greinini omanfyri, er ein donsk læknaløn í vissum førum yvir 20% hægri enn lønin er í Føroyum
?Men harafturat hava læknarnir í Danmark nógv betri sømdir, enn vit hava í Føroyum, bæði viðvíkjandi barnaansing bústaði o.s.fr.
? Í Danmark eru øll slík viðurskifti vanliga púra greið, áðrenn læknin yvirhøvur byrjar í einum í starvi.
?Í Havn er tað hinvegin at kalla ógjørligt at fáa børnini í ansing og somuleiðis er tað sera trupult og dýrt at fáa nakað at búgva í.
Jens Andreassen vísir á, at viðvíkjandi barnaansing eru læknar í eini serstøðu, tí teir arbeiða forskotnar arbeiðstíðir, viðhvørt heil samdøgur út í eitt, og so sova teir dagin eftir o.s.fr.
? Tí er góð barnaansing ikki eitt val hjá einum lækna. Tað er ein avgjørd fortreyt.
Hann sigur, at kvinnuligir læknar í Danmark hava eisini nógv betri umstøður viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi, enn teir hava í Føroyum.
? Somuleiðis hava danskir læknar nógv betri umstøður viðvíkjandi eftirútbúgving, enn vit hava í Føroyum.
Gongur útuvir tað fakliga støðið
Hann sigur, at hetta tískil er eisini ein spurningur um at varðveita eitt ávíst støði í okkara heilsuverkið.
Læknarnir halda ikki, at tað hevði verið stórt dýrari at latið læknarnir fingið betri løn, tí sum støðan er, kosta læknarnir sera nógv í yvirtíð, tí arbeiðsbyrðan verður ov stór.? Men tað er ikki yvirtíð, vit vilja hava.
? Vit raðfesta trivnað og góðar umstøður nógv hægri, sigur Jens Andreassen.
Hann sigur, at hann fryktar fyri, at um onki hendir nú, fer tað at ganga útyvir dygdina í viðgerðini.
?Vit verða ov fáir læknar, sum skulu arbeiða ov nógv.
? Sostatt fáa vit ov stutta tíð til hvønn sjúkling, og tá er altíð vandi fyri, at viðgerðin ikki verður tann besta, sigur Jens Andreassen.