Villi Hansen 60 ár

Sunnudagin 29. oktober verður Vilhjálmur Hansen í Sakskøbing 60 ár.

Villi er klaksvíkingur, og nú hann fer um tey seksti, er hann saman við sínum kæru í heimbygdini og heldur stóra dagin saman við familjuni og góðum vinum.

Villi vaks upp á Vágsheygnum. Mamman var Oliva fødd Hansen, sum var dóttir Simonu og Jákup Hansen, Jákup í Glasstovuni. Hon búði alla tíðina í barnaheiminum, og har vaks Villi upp. Oliva var gift Villa Sørensen, sum var lærari, blaðstjóri á Sosialinum og eisini landsstýrismaður.

Í 1969 leyk Villi læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Tvey tey fyrstu árini í lærarayrkinum vóru í Klaksvík. Síðani flutti Villi til Danmarkar, og har hevur hann síðani búð. Í 1971 gjørdist hann lærari í Sundbyvester skole í Keypmannahavn, frá 1972 og sjey ár fram var hann lærari í Fejø Centralskole, og síðani 1979 hevur hann verið lærari í Sakskøbing.

Villi hevur verið politiskt áhugaður og virkin. Hann var ein teirra, sum stovnaði Sosialistiskt Ungmannafelag, hann var formaður í Javnaðarflokkinum í Sakskøbing frá 1984 og átta ár fram. Í 1989 varð Villi valdur í býráðið í Sakskøbing, og har sat hann fram til 1994.

Villi hevur altíð verið rættuliga ítróttaráhugaður. Í lestrartíðini í høvuðsstaðnum dugnaði hann Sosialinum við tilfari um ítrótt, hann spældi fótbólt í yngru deildunum í KÍ, og so spældi hann borðtennis í Glæmuni í Klaksvík og í Neistanum í Havn. Frá 1973 og tey næstu seks árini var Villi formaður í ítróttarfelagnum í Fejø.

Villi er giftur Ásu fødd Kalsø og ættað úr Klaksvík. Tey eiga bát, og tey seinnu árini hava tey bæði verið ófør at sigla, bæði í vikuskiftunum og í frítíðunum. Onkra ferðina hava teinarnir verið langir. Eitt nú hevur Villi saman við vinmonnum siglt til Føroyar. J