Gamla skotska stórliðið, Glasgow Rangers hevur livað eina skuggatilveru seinastu árini.
Aftaná at hava vunnið 54 skotsk meistaraheiti var felagið koyrt á húsagang, og mátti byrja umaftur í fjórðbestu deildini fyrraárið. Rangers vunnu tó fjórðbestu deildina, og fluttu upp, og í fjør vunnu teir triðbestu deildina, og fluttu upp í næstbestu deildina. Nú droymdu tey mongu viðhaldsfólkini um, at Rangers skuldi flyta upp í skotsku Premier League, men tað kiksaði totalt farna vikuskiftið. Rangers tapti 1-3 og 0-3 í uppflytingardystunum ímóti gamla felagnum hjá Gunnari Nielsen, Motherwell, og harvið 1-6 samanlagt.
Tað er tó ikki ósigurin á vøllinum, sum fólk fara at minnast, men heldur tað, sum hendi, tá seinni uppflytingardysturin var bríkslaður av.
Viðhaldsfólkini og spælararnir hjá Rangers vóru sera vónsviknir um, at dreymurin um at gera eitt come-back í Premier League brast.
Aftaná dystin kókaði tað yvir hjá tunesisiska spælaranum hjá Rangers, Bilel Mohsni á Fir Park leikvøllinum í Motherwell. Lee Erwin hjá Motherwell vildi takka Bilel Mohsni fyri dystin, men Bilel Mohsni noktaði at taka í hondina á Lee Erwin, og takka honum fyri dystin. Lee Erwin var so vónbrotin av ófólkaliga atburðinum hjá Bilel Mohsni, at hann gav Bilel Moshni eitt skump í ryggin, men tað skuldi hann ikki gjørt.
Tað sortnaði púrasta fyri Bilel Mohsni, sum sparkaði Lee Erwin, og langaði honum fleiri sløg í andlitið. Nú fóru spælarar hjá báðum liðum til hendurs, og viðhaldsmenn hjá Motherwell løgdu eisini uppí bardagan. Tað tók eina drúgva løtu hjá løgregluni og trygdarfólkum á Fir Park leikvøllinum at skilja teir stríðandi partarnar sundur.
Tveir spælarar hjá Motherwell, og ein hjá Rangers fingu reyða kortið, men skotska løgreglan ætlar ikki, at tað skal steðga har. Skotska løgreglan ætlar at gjøgnumganga allar sjónbandsupptøkur, og allar myndir, og sannlíkt er, at ákærir verða reistar ímóti spælarum á báðum liðum.
Rangers hevur tó víst góðan moral, og teir hava fráboðað, at Bilel Moshni hevur onga framtíð í felagnum, aftaná skammiliga atburðin.
Serfrøðingurin hjá SkySports, tá talan er um skotskan fótbólt, Neil McCann er tó heldur ikki nøgdur við atburðin hjá Lee Erwin. Hann sigur, at Lee Erwin átti ikki at hava givið Bilel Moshni eitt skump í ryggin, og heldur latið Bilel Moshni staðið eftir, sum ein vánaligan tapara. Neil McCann verjir tó á ongan hátt ósømuliga atburðin hjá Bilel Moshni.
Á hesari YouTube upptøkuni sæst ein partur av bardaganum á Fir Park leikvøllinum í Motherwell :
https://www.youtube.com/watch?v=laYqj7L8_k8