Vinnararnir av Ársins lesiátaki 2024 eru funnir

Eftir at hava verið seinkað av verkfalli hava vit loksins heiðrað fyrstu vinnararnar av Ársins lesiátaki 2024. Vit fingu stívliga 30 uppskot inn frá dagstovnum, skúlum, bókasøvnum og miðnámsskúlum, og vit hava funnið tríggjar vinnarar.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.

 

Fyri dagstovnar vann Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík fyri eitt sera gjøgnumført lesiátak, har tey við íblástri frá ævintýrum hava arbeitt kreativt við lesing og hava ment eitt sera áhugavert hugskot. Við at flætta lesigleði inn í dagliga arbeiðið á náttúrubarnagarðinum hava tey snikkað saman eitt hugskot, sum inniber at lesa og spæla ævintýr, meðan tey eru í náttúruni. Eitt átak, sum hevur verið til gagns fyri aðrar borgarar og vitjandi í nærsamfelagnum.

 

Av fólkaskúlunum var tað Skúlin við Streymin, ið streyk avstað við heiðrinum. Átakið var eitt lesiátak, sum skúlabókasavnið tók stig til, men sum fevndi um allan skúlan. Tað, sum gjørdi lesiátakið hjá Skúlanum við Streymin serstakt, var at allur skúlin luttók við næmingum, lærararum, leiðslu, familju og nærumhvørvi annars. Sjálvt lesiátakið snúði seg um at lesa gular bøkur, og talið av síðum varð lønt við sjokolátaeggum. Eitt einfalt átak, sum kortini hevur sett lesing á breddan og hevur havt síðuvinningar við sær við tað at børn og ung hava stovnað egnar lesibólkar sum úrslit av góða lesiátakinum.

 

Føroyar lesa ynskir stigtakarunum hjartaliga til lukku, og vit takka øllum luttakandi fyri at hava latið inn spennandi og kreativ lesiátøk til kappingina.

 

Vinnarin av lesiátakinum fyri miðnámsskúlar verður kunngjørdur í næstum, skrivar www.skulabladid.fo