Lutakast hevur verið millum teirra, sum hava latið Fiskirannsóknarstovuni toskamerkir seinasta árið. Vinnarin var Karl Isaksen úr Kvívík, og hann fær 10.000 krónur í vinningi.
Seinasta árið hava fiskimenn kunnað latið toskamerkir inn til Fiskirannsóknarstovuna, sum merkir tosk í sínum kanningum og fegin vil hava merkini aftur. Við at skipa fyri lutakasti fáast fleiri merkir innaftur.