Barsilsskipan
Føroya Arbeiðarafelag mótmælir harðliga, at barnsburðarskipanin verður broytt, tí tað fer at raka tey lægstløntu meinast.
Hetta sigur Føroya størsta fakfelag í einum brævi til Vinnumálastýrið mikudagin.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri tingið um at skerja barnsburðarskipanina, tí hon er ov dýr, sum er.
Í viðmerkingunum til uppskotið, viðgongur Landsstýrið, at broytingin fer at føra við sær, at tey, sum hava skiftandi inntøkur, fara sum heild at fáa minni útgoldið úr barsnburðarskipanini.
? Sum øllum kunnugt, eru tað fyrst og fremst tey ófaklærdu og sostatt tey við lægstu inntøkunum í samfelag okkara, sum hava skiftandi inntøkur, og tí er eyðsæð, at verður skipanin broytt, fer tað fyrst og fremst at fáa avleiðingar fyri tey, sum frammanundan hava lægstu inntøkurnar, tí so fara tey eisini at fáa minni frá barnsburðarskipanini, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
35.000 krónur um mánaðin verða órørd
Felagið sigur eisini, at hetta fellur veruliga í eyguni, Vinnumálastýrið miðvíst vil skarva av hjá teimum sum frammanundan hava hægstu inntøkurnar.
? Ætlanin tykist framvegis at vera, at kvinna sum er í barnsburðarfarloyvi skal kunna fáa upp til kr. 35.000,00 frá skipanini.
? Vinnumálastýrið vil sostatt ikki skarva av hjá teimum sum frammanundan forvinna upp til kr. 35.000,00 um mánaðin, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
? Hetta skal ikki skiljast so, at vit ikki unna øllum løntakarum fult lønarendurgjald í sambandi við barnsburð.
? Men um myndugleikarnir fara at skarva burturav hesum veitingum, kann tað ikki vera rætt, at tað skal raka tey, sum frammanundan fáa minstu veitingarnar.
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at eisini í hesum máli tykist tað sum um samgongan aftur fer at seta tiltøk í verk, sum gera munin millum tann fátæka og tann ríka enn størri
? Eftir okkara tykki er tað púra skilaleyst at skerja stuðulin hjá teimum sum frammanundan bert fáa t.d. 6.000 krónur ella 10.000 krónur um mánaðin frá barnsburðarskipanini, samstundis sum stuðulin ikki skal skerjast hjá tí sum fær 35.000 krónur um mánaðin í stuðuli.
Føroya Arbeiðarafelag heitir tí á allar politisku flokkarnar um at vísa ætlanini at broyta barnsburðargrunnin, aftur.
? Hetta er eitt greitt álop á vanliga løntakaran, sigur Føroya Arbeiðarafelag.