Vinnunevndin á fund í dag um fiskidagar

Vinnunevndin skal á fund kl. 13.15 í dag, at viðgerða fiskidagarnar 2016/2017. Við á fundinum verða eisini Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum, saman við Havstovuni og VØRN, umframt fiskidaganevndina.

 

Viðgerðast skal løgtingsmál nr. 1/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Sum vant, so hava fiskidagarnir elvt til nógv og drúgt kjak. Havstovan hevur mælt til niðurskurð og hevur fyrr víst á, at bert umleið 60% av samlaðu fiskidøgunum verða brúktir og serliga eru tað trolarar, línubátar og útróðrarbátar, ið ikki brúka sínar dagar. Havstovan mælir til, allir óbrúktir dagar hjá skipabólkunum 3, 4 og 5 í fiskiárinum 2014/2015, verða tiknir úr skipanini.

 

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur ikki lagt seg so høgt sum Havstovan, men mælur til ein niðurskurð á 30% hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum, har 15% verða løgd í ein buffara, ið verða lutaðir út til teirra, ið hava brúkt sínar dagar.

 

Felagið Línuskip, Felagið Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna hava harliga mótmælt niðurskurðinum í fiskidøgum. Í einum skrivi hava tey víst á, at tey í undanfarnu árunum eru minkaði nógv í skipatalið og at eingin fiskar meir enn ICES tilmælir, tí tað hevur verið so lítið av fiski til.
Eisini vísa feløgini á, at bólkur 2, trolarar, fiskar nógva hýsu og tosk, men verður ikki ávirkaður av niðurskurði.

 

Í vinnunevndini sita:

Bjarni Hammer, formaður.
Bárður Kass Nielsen,
Bjørt Samuelsen,
Ingolf S. Olsen,
Jørgen Niclasen, næstformaður,
Jákup Mikkelsen,
Bjørn Kalsø