Í gjár lat ævintýraheimurin upp í Viðarlundini í Havn. Setanin byrjaði við skrúðgongu, har ein rúgva av fólki luttóku.
Síðani hildu Birita Arge, verkætlanarleiðari, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, røðu.
Tað var felagssangur og ein nýggjur endurnýtslusangur, sum Musikkskúlin hevur gjørt í samband við tiltakið, bleiv sungin fyri fyrstu ferð alment.
Síðani mai 2015 hava sjey dagstovnar, Skúlin við Løgmannabreyt og Fountainhúsið arbeitt í felag um at skapa ein ævintýraheim í viðarlundini.
Ævintýraheimurin er gjørdur úr endurnýtslu, sum handlar, matstovur o.o. hava savnað.
Úrslitið verður framsýnt nú í umhvørvisvikuni, sum varar fram til 13. mai.
Skráin næstu dagarnar sær soleiðis út:
Mikudagur 11.05.16
Kl. 10-15 Býlingshúsið inni á Gøtu “kom og spæl og uppliva ævintýraheimin í viðarlundini”
Kl. 11 Dagstovnurin á Hamrinum framførur leik
Kl. 14.30 Dagstovnurin á Velbastað, Frítíðarskúlin rappar øskufíu
Kl. 13-15 Fountainhúsið kaffisøla
Kl. 10-17 Býlingshúsið á Norðasta Horni, Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin á Hamrinum, Skúlin við Løgmannabreyt framsýna ævintýraheimar úr endurnýtslu.
Hósdagur 12.05.16
Kl. 10-15 Býlingshúsið inni á Gøtu “kom og spæl og uppliva ævintýraheimin í viðarlundini”
Kl. 10-11 Skúlin við Løgmannabreyt framførsla, dansur og ævintýr
Kl. 13-15 Fountainhúsið kaffisøla
Kl. 17 Xperiment endar framsýningina
Kl. 10-17 Býlingshúsið á Norðasta Horni, Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin á Hamrinum, Skúlin við Løgmannabreyt framsýna ævintýraheimar úr endurnýtslu.
SMS
Týsdagur 10.05.16
Kl. 10-17 Býlingshúsið á Norðasta Horni, Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin á Hamrinum, Skúlin við Løgmannabreyt, Fountainhúsið, myndir og frágreiðingar av verkætlanini.
Kl. 10-12 Verkstaður, Býlingshúsið inni á Gøtu
Kl. 16 Morgunkórið
Kl. 15-17 Fountainhúsið kunning um innsavnan v.m.
Mikudagur 11.05.16
Kl. 10-17 Býlingshúsið á Norðasta Horni, Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin á Hamrinum, Skúlin við Løgmannabreyt, Fountainhúsið, myndir og frágreiðingar av verkætlanini
Kl. 10-12 Verkstaður, Býlingshúsið inni á Gøtu
Kl. 15-17 Fountainhúsið kunning um innsavnan v.m.
Hósdagur 12.05.16
Kl. 10-17 Býlingshúsið á Norðasta Horni, Dagstovnurin á Velbastað, Dagstovnurin í Løkjatúni, Dagstovnurin við Velbastaðvegin, Miðstovnurin í Gundadali, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin á Hamrinum, Skúlin við Løgmannabreyt myndir og frágreiðingar av verkætlanini
Kl. 10-12 Verkstaður, Býlingshúsið inni á Gøtu
Kl. 15-17 Fountainhúsið kunning um innsavnan v.m.
Kl. 16 Xperiment
Børn og vaksin vóru sera hugtikin av ævintýraheiminum, sum er gjørdur úr endurnýtslu.
TRÝST HER fyri at lesa røðuna hjá Biritu Arge
Her eru nakrar myndir frá fyrireikingini og setanini.