Vinti skjóta teori niður

Hóast løgreglan í gjár boðaði frá, at tíðarlinjan nú er broytt soleiðis, at Piddi Hansen seinast við vissu er sæddur hósdagin, so pástanda vitnir, at tey hava sæð hann leygardagin

Eitt vitni sigur seg við hundrað prosents vissu hava sæð Pidda í rundkoyringini í Runavík um miðdagin leygardagin. Hetta vitni er so víst í síni søk, tí viðkomandi arbeiðir uttan fyri øki, og tí ikki er heima mitt í viku – í hvussu er ikki mitt á degi. Og tí kann viðkomandi vitni siga við vissu, at talan var um leygardagin 5. november.
Viðkomandi vitni hevði á munni, hvussu illa gongdur Piddi var, og hetta svarar væl til, at hann hevði skatt sær beinið framman undan.
Eitt annað vitni hevur somuleiðis sæð Pidda í rundkoyringini stutt fyri klokkan 13 leygardagin. Hatta vitni er eins sannført sum hini bæði, at talan var um Pidda og at talan var um leygardagin. Hetta vitni heilsaði upp á Pidda, sum heilsaði aftur.
Eitt triðja vitni, sum portalurin hevur tosað við, er líka sannført um, at viðkomandi hevði sæð Pidda leygardagin millum klokkan 13.30 og 14.00 á Gerðisvegi á veg út eftir vegnum, har hann búði. Eisini hetta vitni hevur haldgott prógv fyri, at tað var leygardagin 5. november, at viðkomandi sá Pidda.
Umframt hesi trý finst enn eitt vitni, sum hevur sæð Pidda einaferð millum 16.00 og 16.30, men hetta vitni hevur Sosialurin ikki fingið orðið á, og kennir heldur ikki navnið á viðkomandi. Men hini trý hevur Sosialurin tosað við.

Hjálp frá Rejseholdet
Rættiliga tíðliga í tilgongdini – eftir at kriminalpolitiið kom upp í málið – komu tveir teknikarar frá Politiets Kriminaltekniske Center, sum gjørdu fyrstu teknisku kanningarnar, og í síðstu viku komu so serfrøðingar innan dna og fingramerki til Føroya, at gera framhaldandi kanningar.
Eisini hevur føroyska kriminalpolitiið fingið hjálp frá tveimum kriminalpolitistum frá Rejseholdet, at hjálpa til við avhoyringunum.
Tað skilst, at nógvar avhoyringar eru eftir at fremja, og uttan iva verða summi vitni avhoyrd umaftur.
Tað er staðfest, at tað ber til at fáa ein drápsákærdan dømdan, hóast einki lík er funnið í málinum. Hetta kenna vit frá eitt nú málinum móti Peter Lundin. Men tað er einki at ivast í, at løgreglan ógvuliga fegin vil finna líkið av Pidda Hansen.
Tað finnast framvegis ongar ábendingar um, hvar Piddi kann vera, men bæði løgregla og sløkkiliðið á Skálafjørðinum leita framvegis eftir horvna Dánjal Petur Hansen.