Virði fyri 160.000 krónur fóru upp í royk

- Eg tendraði ávaringarljósini, trýsti á speedaran og helt floytuni niðri, meðan eg koyrdi oman eftir Tórsgøtu og út á undir Bryggjubakka

Tað sá rættiliga ógvusligt út, tá svartur, tjúkkur roykur fyrr í dag legðist yvir miðbýin í Havnini.


Eldur var komin í ein viðfestivogn hjá fyritøkuni RIB 62, meðan eigarin, Sigmund Signarsson, koyrdi bilin. Hann greiðir soleiðis frá hendingini í dag.


- Eg var aftur frá Gomlu rætt og kom koyrandi oman móti Steinatúni, tá eg varnaðist, at ein kona peikaði eftir vogninum. Tað hugsaði eg ikki so nógv um, tí vognurin er pyntaður nýliga, so tað eru nógv fólk, ið peika eftir honum.


- Men so byrjaði hon at renna móti bilinum og rópa. Eg rullaði so vindeyga niður og varnaðist tá, at eldur var í vogninum.


- Eg hugsaði beinanvegin um hvar vatn mundi vera at sløkkja eldin við, so eg tendraði ávaringarljósini, trýsti á speedaran og helt floytuni niðri, meðan eg koyrdi oman eftir Tórsgøtu og út á undir Bryggjubakka, har eg visti, at ein slanga lá.


- Komin oman har, leyp eg út eftir slanguni, meðan nakrar vinmenn loystu bilin frá vogninum og fluttu hann, so ikki eldur eisini kom í hann.


- Tá var eldurin so stórur, at ein slangur hjálpti ikki serliga nógv, men nakrar heilt fáar minuttir eftir, at eg kom oman, var sløkkiliðið á staðnum, og megnaðu at sløkkja eldin.


Sjálvur er stjórin skelkaður av hendingini í dag, men glaður fyri, at eingin kom til skaða.


- Hetta er skelkandi, men vit eru glað fyri, at eingin mannaskaði stóðst av eldinum, tí hetta hendi mitt í býnum.


Fyri fyritøkan er talan tó um ein dyggan smeit, nú vit nærkast summarinum.


- Hetta er ikki tað, ið vit hava brúk fyri nú tá summarið stendur fyri durum. Tað er keðiligt, tí vit høvdu fleiri stórar bíleggingar næstu vikurnar, og skuldu brúka orku til at sigla túrar, men mugu nú hugsa um hetta.


Sigmund Signarsson metir, at talan er um einar 160.000 krónur, ið fóru fyri skeyti í eldsbrunanum.


- Eini 60-70 draktir og 60-70 vestar eru kolaðir upp í eldinum, umframt vognurin, ið varð pyntaður fyri seks døgum síðani. Spurningurin er, nær vit fáa alt hetta upp aftur at standa.


- Draktir og vestarnir høvdu eitt virði á umleið 100.000 krónur, meðan vognurin hevði eitt virði á 60.000 krónur.


Enn er óvist hvat orsøkin er til eldsbrunan.