Meiri enn tveir hillametrar av virðismiklum søguligum dokumentum eru stolin frá ríkisarkivinum ein stuldur, ið er farin fram gjøgnum 10 ár.
Hvussu letur hetta seg gera, spyr dr.dk.
Ríkisarkivið er opið fyri øllum vanligum fólki, sum í upplatingartíðini hava atgongd at síggja uppruna dokumentini.
Gerningsmenninir hava umbiðið tilfarið og lisið tað í lesihøllini.
Tað er ikki loyvt at hava tasku við inn, men ein gjøgnumsiktigan plastposa. So gerningsmenninir eru slopnir avstað við nøkrum fáum dokumentum í senn, sigur ríkisantikvarurin, Asbjørn Hellum (myndin) við DR Nyheder.
Í dag verður so viðgingið, at trygdin ikki hevur verið nóg góð.
Nú skulu vit kanna, hvussu hetta hevur latið seg gjørt. Vit vita ikki neyvt, men vit hava eina røð av trygdarviðurskiftum, sum ger tað trupult at smugla dokument út. Tað er hent í smáum, og tí eru vit vís í, at tað er hent yvir longri tíð, tí sjálvt um tveir hillametrar kanska ikki ljóðar av so nógvum, ber bert til at smugla nøkur fá pappírir út í senn, sigur Asbjørn Hellum.
Dokumentini innihalda upplýsingar frá hersetingini av Danmark, og hildið verður, at meiningin var at selja dokumentini víðari.
Politiið hevur handtikið tveir mans frá Keypmannahavn, sum í grundlógaravhoyri fyrrapartin eru varðhaldsfongslaðir.