Virðið fólkaviljan, og verjið bygdina á Sandi.

Tað gleðiliga er hent á Sandi, at bygdin stendur saman um at verja bygdina frá at leggja tunnilsleiðina til Suðuroyar gjøgnum Sandsbygd.

Hettar at Sandingar tosa við einari tungu, er í sjálvum sær sjáldsamt, men undirstrikar kortini tesuna um at bert felags fíggindin nóg stórur er, so kunnu sjálvt ósamd semjast.

 

Og tíbetur eru nógv samsint við okkum Sandingum. Náttúru og umhvørvisverjar. Tey sum fáast við og liva av landbúnaðinum. Og tey sum ásanna at ímyndin av bústaðarligari fagurfrøði og samljóði, er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá uppvaksandi ættarliðnum.

 

Sandsbygd hevur eisini í fleiri ár marknaðarført seg sum tað hugnaliga og náttúrugevandi alternativið, til eitt nú meiri troyttað umhvørvið, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Vøtnini, sandurin, fløturnar og urðin. Náttúrugimsteinar, sum veita lívd og jarðrunna gleði, til unga um eldra ættarliðið. Ongin orsøk er til at gera seg inná hesar perlur.

 

Tíbetur finnast alternativar leiðir, til tað sum polittiska skipan í óbúnum leiki hevur telvað seg til, og vónandi ásanna hesi, at samdi fólkaviljin á Sandi ikki kann “bypassast” ella køvast.

 

Suðuroyggin skal fáa sín hart tiltrongda tunnil, og vit sandingar stuðla teimum av heilum huga.

 

Gleðiliga felags niðurstøðan hjá kommunustýrinum á Sandi, við bygdafólkinum sum bulur aftanfyri, er greið.

Finnið eina leið sum ikki gongur gjøgnum bygdina. Tíbetur ber til at velja eina leið vestanfyri, ella eystanfyri bygdina, og kostnaðarmunurin av samlaðu verkætlanini, um alt verður tikið við, er ikki av avgerandi týdningi fyri verkætlanina. At Skúvoyggin er partur av verkætlanini er at gleðast um.

 

Polittiska skipanin eigur at fegnast um at tað tykist sum at polittiskur vilji er fyri at gera Suðuroyartunnilin. Sama boðskap eigur Tunnilsfelagið at taka til sín, og laða vegaføringina, so hon ikki verður gjørd beint ímóti fólksins vilja á Sandi.

 

Leitið eftir loysnunum, heldur enn at treiskast móti fólksins vilja.

 

Páll á Reynatúgvu

Fyrrverandi løgtingsformaður