Virkna evnið í Wegovy og Ozempic sett í samband við blindni

Nýggj kanning vísir, at evnið ‘semaglutid’, sum er í vælumtókta heilivágnum hjá Novo Nordisk, kann gera fólk blind

Novo Nordisk framleiðir heilivágarnar Wegovy og Ozempic, sum báðir innihalda semaglutid. Mynd: News Øresund - Kristoffer Dahl

Fleiri miðlar, eitt nú The Guardian og Reuters, skriva um eina nýggja kanning, sum setur evnið ‘semaglutid’ í samband við eina eygnasjúku, sum kann gera teg blindan. Talan er um eygnasjúkuna NAION, ið serliga rakar eldri fólk. Tá tú hevur NAION sleppur blóð ikki fram at sjónnervini, og í ringasta føri kanst tú gerast blindur í eyganum. Ongin viðgerð finst fyri NAION.

 

Semaglutid er virkna evnið Wegovy og Ozempic, sum eru vælumtóktir heilivágar hjá Novo Nordisk, ið verða nýttir til at viðgera ávíkavist fiti og typu-2 diabetes. Kringvarpið skrivaði í mai, at næstan 3% av føroyingum brúka antin Wegovy ella Ozempic.

 

Kanningin varð kunngjørd í læknavísindaliga tíðarritinum JAMA Ophtalmology, og tað eru granskarar við tilknýti til Harvard University, sum hava gjørt kanningina. Kanningin vísir millum annað, at 8,9% av sjúklingunum, sum tóku semaglutid fyri typu-2 diabetes, fingu eygnasjúkuna NAION, meðan bert 1,8% av sjúklingunum, sum tóku annan diabetesheiligvág, fingu eygnasjúkuna.

 

Millum sjúklingarnar, sum tóku semaglutid fyri fiti, fingu 6,7% eygnasjúkuna, meðan bert 0,8% av teimum, sum ikki tóku semaglutid men annan fitiheiligvág, gjørdust sjúkir við NAION.

 

Granskararnir hugdu at 710 sjúklingum við typu-2 diabetes, har 194 fingu semaglutid, og 975 sjúklingum í viðgerð fyri fiti, har 361 fingu semaglutid.

 

Fleiri kanningar mugu gerast

 

Talan er um eina lítla kanning, og granskararnir siga sjálvir, at fleiri kanningar mugu gerast av sambandinum millum semaglutid og eygnasjúkuna.

 

Novo Nordisk vísir aftur, at kanningin er nóg mikið til at staðfesta, at samband er millum heilivágin hjá fyritøkuni og NAION. Í einum skrivligum svarið til Reuters skrivar Novo Nordisk, at “samanumtikið røkka tær dátur, sum eru kunngjørdar í kanningini, ikki til at staðfesta, at har er eitt atvoldarsamband.”

 

 

 

Novo Nordisk framleiðir heilivágarnar Wegovy og Ozempic, sum báðir innihalda semaglutid. Mynd: News Øresund - Kristoffer Dahl