Vísa á møguleikar og hugsa frameftir

Á Miðnámi í Suðuroy situr nýggjur rektari við róðrið, og hóast dentur framvegis verður lagdur á tætta sambandið og at koma hvørjum øðrum við, so hevur nýggi rektarin eisini hugsjónir og framtíðarætlanir.

Vit skulu hava ein skúla, sum tey ikki hava aðrastaðni. Tað hava vit í veruleikanum longu, tí vit hava tætta sambandð, har vit øll veruliga koma hvør øðrum við, sigur Rósa Heinesen, nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroynni

Dagfinn Olsen

 

Rósa Heinesen hevur tikið við sum rektari á Miðanámi í Suðuroy. Enn er hon nýggj í starvinum, men hon hevur ætlanir og hugsjónir.

-Hetta er spennandi avbjóðing, tí hetta er hægsti útbúgvingarstovnur í oynni. Her eru lærarar, ið eru millum fremstu fakfólk, sum starvast í Suðuroynni, sigur Rósa Heinesen.

 

Lopfjøl

-Eg vóni, at næmingar, sum koma her, læra at síggja møguleikar, og hvat ein kann í Suðuroynni. Hóast skúlin er ein lopfjøl til víðari lestur, og harvið av oynni og út í heim, so hevur tað eisini týdning at vísa á, hvat ein kann her í oynni, sigur nýggi rektarin.

Hon heldur, at ein eisini eigur at hugsa frameftir.

-Neyðugt er at hugsa um framtíðina, og til dømis er ein møguleiki at hava breytir, ið ikki eru aðrastaðni. Suðuroyggin hevur verið nevnd grøna oyggin, so kanska ein møguleiki er at hugsa burðardygt og millum annað gera meira við tað í skúlahøpi, heldur Rósa Heinesen.

-Vit skulu hava ein skúla, sum tey ikki hava aðrastaðni. Tað hava vit í veruleikanum longu, tí vit hava tætta sambandð, har vit øll veruliga koma hvør øðrum við. Og eisini kunnu vit hugsa meira um at fáa næmingar aðrastaðni frá at koma hendaveg, til dømis næmingar, ið ikki trívast so væl í størri skúlum, sigur Rósa Heinesen.

 

Næmingaheim

-Vit hava longu næmingar, ið koma aðrastaðni frá, tí vit hava jú Heilsuskúlan her í húsinum, minnir Rósa Heinesen á, og hon hevur í sínum framtíðarhugsjónum ikki gloymt eitt ynski, sum hevur verið frammi fleiri ferðir áður.

-Vit vóna, at eitt næmingaheim verður bygt í samband við Skúladepilin. Eg vóni, at vit fáa uppbygt eitt lestrarumhvørvi, og partur av hesum er næmingaheim, sum vónandi verður bygt innan alt ov langa tíð, sigur Rósa Heinesen, rektari á Miðnámi í Suðuroy.

 

 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024

 

Vit skulu hava ein skúla, sum tey ikki hava aðrastaðni. Tað hava vit í veruleikanum longu, tí vit hava tætta sambandð, har vit øll veruliga koma hvør øðrum við, sigur Rósa Heinesen, nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroynni