Vísindavøkan á ferð á Sandi

Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð á Sandi. Tiltakið er á Sands bókasavni og byrjar kl. 19.

Á skránni verða tvær framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá Fróðskaparsetrinum:

 

Katrin Eivindardóttir Danielsen fer at tosa um Ílegukanningar og títtleiki av arvaligum sjúkum í Føroyum

 

Jákup Reinert Hansen fer at tosa um Tá allir prestar vóru føroyingar, og sandsprestur Eisenberg varð valdur til próst

 

Hetta er triðja av fimm tiltøkum á ferð í september.

 

Mánakvøldið var tiltak á Klaksvíkar Bókasavni og týskvøldið á Bókasavnium við Løkin. Myndir frá tiltøkunum eru áhttps://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/myndasavn?mappa=be2ab1ba-8ade-4af0-8bfc-7d97a82924a4

 

Hini tiltøkini vera á:

 

Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september kl. 19

 

Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september kl. 19.

 

Sí skránna á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/visindavoeka-a-ferd-2023