Svartkjafturin stóð heldur norðarlaga í kanningarøkinum í ár í mun til í fjør og serliga fyrraárið.
Havstovan skrivar, at nógv var at síggja út frá skotsku hellingini og norður móti Wyville Thomsonrygginum, og heldur minni suðuri á Porcupine Bankanum. Talan var serliga um 2021-2023 árgangirnar, 3-5 ára gamal fiskur, og meginparturin av hesum fiskinum hevði gýtt.
Longur norðuri, í føroyskum øki, var svartkjafturin heldur smærri. Har var fitt av 1 og 2 ára gomlum svartkjafti uppi í veiðuni. Hetta eru 2024 og 2025 árgangirnir, sum vónandi fara at koma fyri seg komandi árini.
Útbreiðslan av svartkjafti víst við ekkóvirðunum/ekkóskriftini.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Niðurlondum og Spania.
Les felags frágreiðingina her.
Les eisini túrfrágreiðingina hjá Jákup Sverra her.











