Vit 48.000 eiga at fáa frí

Gunnvør Balle og Sirið Stenberg halda, at 20. mars eigur at vera almennur frídagur.

Nógvir lærarar og skúlar eru ótryggir við at hava ábyrgdina av børnunum næsta fríggjadagin, tá ið full sólarmyrking verður í Føroyum.

 

Tað staðfesta tær báðar løgtingskvinnurnar fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Gunvør Balle. Tí heita tær nú á Bjørn Kalsø, landsstýrismann í Mentamálum, um at broyta avgerðina, at 20. mars, skal vera almennur frídagur hjá øllum skúlanæmingum í landinum. Tær vísa á, at lærarar kenna seg ótryggar við, at skulu børnini verða í skúla, tí tá eru tað teir, sum hava ábyrgdina av, at børnini eru í verndarbrillum, tá ið sólarmyrkingin er.

 

Teir fáa eisini ábyrgdina av, at næmingarnir fáa eitt so minniligt og serstakt upplivilsi sum møguligt. Tær báðar vísa á, at sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum eingin okkara, sum nú eru á lívi, fara at uppliva aftur í Føroyum.

- Eini 8.000 ferðafólk koma til landið fyri at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur fyri føroyskar skúlanæmingar. Tær báðar tingkvinnurnar halda, at talan kundi eisini verið um at skúlarnir hildu frí fyrrapartin hendan dagin.

- Foreldur og børn vilja at vera saman, tá sólarmyrkingin verður, tí tað snýr seg um eitt minni fyri lívið.

 

Gunnvør Balle var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.